
Bæði U19 kvinnurnar við Oslo Johannesen og Mariu Teresu Vitalis, og U19 menninir við Hákuni Nón og Rana Ákssyni, vunnu hvør sín dyst í undankapping til U20 EM-kapping í sandfllogbólti, og taptu eisini hvør sín.
Í fyrsta dystinum hjá Oslu og Mariu Terersu gekk minni væl. Tær taptu rættuliga greitt fyrra setti ímóti Írlandi. Men í øðrum setti høvdu føroysku kvinnurnar fleiri settbóltar, men, Írsku kvinnurnar megnaðu at venda gongdini og vinna dystin 2-0 (21-13) (23-21).
Seinna dystin vunnu tær hinvegin greitt ímóti Ballantyne/McGinnes úr Norðurírlandi. (21-15) (21-18).
Tær skulu sostatt leika fjórðingsfinalu ímóti sterka liðnum úr Andorra við Piujan og Claret. Tann dysturin er kl. 11.40. Vinna klaksvíksgenturnar tann dystin, skulu tær leika hálvfinalu kl. 15.30.
Hóast føroysku leikararnir orsaka av seinkingum í flogferðsluni komu sera sent til Dublin í gjárkvøldið og tí ikki kundu venja á leikvøllinum í gjár, so løgdu Hákun og Rani sterkst út í dag. Teir vunnu fyrsa settið ímóti Skotlandi greitt. men so taptu teir annað og triðja sett og harvið fyrsta dystin 2-1. (17-21 12-21 12-15).
Betur gekk í øðrum dysti, sum teir vunnu 2-0 ímóti Andorra. Her vísti føroysku leikarirnir yvirskot og Hákun, sum eisini fyllir 18 ár í dag, hevði nakrar frálíkar fintir.
Hetta ger so, at Hákun og Rani í morgin kl. 14.10 skulu leika fjórðingsfinalu ímóti einum øðrum sterkum liði - Gilles/Caesar - frá Skotlandi. Vinna teir hendan dystin, leika teir hálvfinalu kl. 16.20.
Venjari er Boban Ilic, sum eisini sæst við á myndum niðanfyri.
-
(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
-
(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
-
(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
-
(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
-
(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
-
(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald