Fótbóltur

U19-kvinnurnar skulu til Póllands til EM-undankapping

Norra, Pólland og Bosnia verða mótstøðuliðini í oktober komandi ár. Hetta er greitt eftir lutakastið í gjár.

Fleiri av leikarunum á U17-landsliðnum, sum spældi EM-undankapping á heimavølli í oktober, hava aldur til U19-landsliðið komandi ár (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri av leikarunum á U17-landsliðnum, sum spældi EM-undankapping á heimavølli í oktober, hava aldur til U19-landsliðið komandi ár (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-30 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping hjá U19 og U17 við gentum, var í Nyon í Sveis í gjár.

Hjá U17 vóru Føroyar ikki við í pottinum. Tað er av tí orsøk, at Føroyar eru vertir fyri endaspælinum, sum verður í apríl-mai 2021. Harvið verða Føroyar við í tí endaspælinum.

Í lutakastinum hjá U19 gjørdist greitt, at føroysku kvinnurnar skulu til Póllands at spæla. Umframt Føroyar og vertirnar er ein av stórtjóðunum innan kvinnufótbólt, Noreg, í bólkinum. Bosnia er seinasta landið í bólki E, og metast kann, at tað er tað liðið, ið Føroyar hava besta møguleika at fáa eitt gott úrslit ímóti.

Nummar 1 og 2, og møguliga bestu 3'ararnir, fara víðari til næsta umfar – eina úrvalskapping (Elite Round) Har eru tað so nummar 1 og 2 ið spæla seg til EM-endaspælið.

Lutakastini til EM-undankappingarnar fyri U17- og U19-landslið við dreingjum verður týsdagin í næstu viku, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder