Annað

U19 landsliðini í sandflogbólti til Dublin um vikuskiftið

Hákun Nón, Rani Ákason, Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen eru á U19 landsliðunum hjá U19 monnum og kvinnum.

(Mynd: FBF)

(Mynd: FBF)

2025-08-01 12:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

U19 landsliðini í sandflotbólti dystast um vikuskiftið í Dublin. Talan er um undankapping til U20 EM kapping í 2026.

Tað eru Hákun Nón og Rani Ákason úr ÍF, sum manna mannsliðið og Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen úr Mjølni, sum manna kvinnuliðið.

Undankappingarnar eru skipaðar sum økisundankapping. Føroysku liðini luttaka í SCA økinum, sum er ein bólkur av smærri londum í CEV. Vinnandi liðið fær rættin til at luttaka í EM endakappingini, sum verður í 2026.

Hákun og Rani eru komnir í innleiðandi bólk við Skotlandi og Andorra, sum tykist sum ein sterkur bólkur. Hákun og Rani leggja fyri kl. 12.30 ímóti Skotlandi og leika kl. 18 ímóti Andorra.

Maria Teresa og Osla eru komnar í innleiðandi bólk við Írlandi og Norðurírlandi. Maria Teresa og Osla leika teirra fyrsta dyst ímóti Írlandi kl. 16.20 og kl.18.00 hitta tær Norðurírland.

Leygardagin eru fjórðingsfinalur og møguligur playoff dystur fyri at koma í fjórðingsfinalurnar. Sama dag eru eisini hálvfinalur og finalur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder