Fótbóltur

U19: Málleysur javnleikur í seinna venjingardystinum í Riga

Føroyar spældu javnleik móti Lettlandi fyri løtu síðani.

Tær ellivu ið byrjaðu fyri Føroyar í Lettlandi í dag (Mynd: FSF)

Tær ellivu ið byrjaðu fyri Føroyar í Lettlandi í dag (Mynd: FSF)

2019-05-11 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin vann Lettland 2-1, hóast Lea Lisberg legði Føroyar á odda tíðliga, og hóast føroyska liðið hevði gott tamarhald á dystinum. 

Í dag hittust U19-liðini aftur, og hesaferð varð eingin vinnari funnin. Talan gjørdist um enn ein javnan dyst. Hann endaði sum hann byrjaði; 0-0

Venjingardystirnir vóru umráðandi liður í fyrireikingini til EM-undankappingini, ið verður í Finnlandi tíðliga í august. 

Venjingardystur í Riga 11.05
Lettland - Føroyar 0-0

Føroyska liðið: Óluva Allansdóttir Joensen - Armgarð undir Leitinum, Julia Helena Dal Henriksen, Rebekka J. Olsen, Birita Ryan, Sanna Svarvadal (L), Emma Hansdóttir, Marjun Ó. Danielsen, Vár Miðberg, Mona Rasmusdóttir, Maria á Lakjuni

Hesar byrjaðu á bonkinum: Eyðgerð Mikkelsen, Jacoba K. Neshamar, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Silja P. Augustinussen, Maria Djurhuus, Lea Lisberg, Hanna Lamhauge Jacobsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder