Hondbóltur

U19-menninir flongdu norðmenn

Ongantíð spenningur tá Elias á Skipagøtu og hinir á U19-landsliðnum spældu ímóti Noreg seinnapartin. Føroyar vunnu 34-27.

(Skíggjamynd: HSF)

(Skíggjamynd: HSF)

2021-08-06 17:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ongantíð nakar veruligur spenningur tá Føroyar og Noreg spældu sín fyrsta dyst í U19 kappingini Scandinavian Open, sum verður leikt í Svøríki næstu dagarnar.

Kappingin verður leikt í Lund saman við stóru hondbóltstjóðunum Noreg, Svøríki og Danmark.

Beinanvegin í dystinum komu Elias á Skipagøtu, Hákun West á Teigunum, Óli Mittún og hinir framúr góðu spælararnir á liðnum, framum og hildu norðmenn aftanfyri allan dystin.

Tá liðini fóru til hálvleik var støðan 16-13, og eina løtu í seinna hálvleiki vóru tíggju mál á muni. Síðstu løtuna skiftu føroyingar nógv út, og fleiri spælarar fingu høvi at royna seg. Hetta gjørdi, at málmunurin ikki gjørdist eins ógvusligur, sum hann helst kundi verið. Kortini vunnu Føroyar knúsandi sigur 34-27.

Í morgin klokkan 17 er Svøríki mótstøðulið, og sunnumorgunin klokkan 9 er tað Danmark, sum er á skránni.

Hesir eru við í hópinum:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71
Alexander Sacho Lacok, VÍF

Útileikarar:
Janus Dam Djurhuus, H71
Baldur Gillason, H71
Pauli Høj, Neistin
Hákun West av Teigum, Skanderborg
Bogi Hansen, H71
Ragnar Karlsson, H71
Viktor Nørlyng Gaini, GOG
Sakir Tróndarsson Frýdal, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Pauli Mittún, H71
Óli Mittún, GOG
Ári Rúnason, H71
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Savehof
Sveinur Olafsson, H71


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder