Sterk mótstøða bíðar føroyska U19-landsliðnum við dreingjum, sum í døgunum 8. til 17. november skal luttaka EM-undankapping í Grikkalandi.
Umframt vertslandið og Føroyar, eru Týskland og Russland í bólkinum, og harvið fáa ungu menninir á liðnum hjá Sigfríði Clementsen seg veruliga royndar
Royndi venjarin hevur nú úttikið 20 spælarar. Harav eru fýra, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti. Annars eru tíggju føroysk feløg umboðað á hesum U19-landsliðnum, harav fleiri spæla nógv í Betrideildini
Hópurin
Marius Kruse, HB Køge (Danmark)
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Sverri Mariusarson, EB/Streymur
Bergur Jákupsson Poulsen, Víkingur
Fríði í Túni Petersen, B68
Símun Kalsø, KÍ
Mathias Weihe Joensen, B36
Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Jákup Andrias Thomsen, Víkingur
Poul Kallsberg, Skála
Bogi Hentze, B71
Emil Weihe Joensen, ÍF
Martin Agnarsson, B36
Olaf Bárðarson, Víkingur
Beinir Nolsøe, NSÍ
Jørgen Nielsen, NSÍ
Elias Rusborg, Hvidovre BK (Dannmark)
Jonathan Lassesen, HB Køge (Danmark)
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Áki Debes Samuelsen, HB
Skráin
11. nov. Týskland – Føroyar
13. nov. Grikkland – Føroyar
16. nov. Føroyar – Russland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald