Eftir stórtap fyri Sveis og Fraklandi reistust føroysku U20-dreingirnir av álvara í Rumenia í kvøld. Føroyar høvdu einki at spæla fyri, og tað høvdu týsku stórfavorittarnir heldur ikki. Men kortini gjørdist talan um ein spenanndi dyst við góðum nerva, sum samanlagt var tann besti hjá føroyska liðnum higartil í EM-endaspælinum.
Føroyar løgdu út sum eitt óløgið. Eftir stórar fimm minuttir var 4-1. 5-1 verjan gav týskarum trupulleikar, og føroyska álopsspælið var flótandi. Eitt heilt annað úttrykk enn í teimum báðum dystunum beint frammanundan.
Føroyar hildu ein góðan mun eina løtu afturat. Men eftir týskt leikbrá og nakrar útskiftingar, millum annað kom Rasmus Ankermann inn, broyttist dysturin nakað. Týskland revsaði nøkur føroysk mistøk og var á odda 8-7 eftir eitt korter. Men føroysku spælararnir vístu fínan hugburð, skoraðu nøkur flott mál - millum annað ein frálíkan flúgvara - og liðini fylgdust tað mesta av 1. hálvleiki.
Sterku týskararnir hóttu við at fara frá eftir eina løtu í 2. hálvleiki, og Føroyar mistu møguleikan at minka, tá liðið fýra álop á rað brendu, eftir at Týskland hevði gjørt tað sama ella blaka bóltin burtur í hinum endanum.
Føroyingar høvdu annars verið ógvuliga effektivur í 1. hálvleiki, men bjargingarnar hjá Finn Knaack gjørdist týðandi. Tíbetur hevði Ingi Johannesen nakrar stórar bjargingar hinumegin - samanlagt tríggjar uppá brotskøst - og týsku heimsmeistararnir skuppu ongantíð veruliga avstað.
Til tað høvdu serliga føroysku vengirnir, Jákup Egholm (toppskjútti) og Magnus Árason (dagsins spælari hjá Føroyum), umframt Pauli Rasmussen (flest upplegg og vunnin brotskøst), ein alt ov góðan dyst: Sannførandi í flestu skotunum og gjøgnumbrotum og gingu á odda.
![]()
Pauli Rasmussen í framlopi. Strandingurin brendi nøkur men skoraði seks ferðir og hevði ógvuliga ofta næstseinastu føroysku atgerðina áðrenn eitt mál
Jákup Egholm gjørdi aftur bart í dag við heili ellivu málum og var eyðsýndur sum fremsti maður í verjuni í løtum (Mynd: FRH)
Føroysku fjeppararnir koyrdu eisini á allan dystin. Tíverri misnýttu Føroyar tveir stórar møguleikar at minka, tá tað var 29-31, og so avgjørdi Týsklandi.
Føroyar prógvaðu tó, at man framvegis kann spæla upp ímóti teimum stóru, og at tað býr meira í liðnum, enn víst varð móti Sveis og størsta partin av dystinum móti Fraklandi. Hugburður, sannføring, teknisku dygdirnar. skotini og tað at standa saman: Alt var munandi betri í dag og gevur eittt gott grundarlag til plaseringsdystirnar.
Teir vera tríggir í tali, hósdagin, fríggjadagin og sunnudagin. Har skulu Føroyar vinna minst ein dyst fyri at tryggja pláss til U21HM næsta ár: Tá ætla hesir árgangirnar aftur at spæla endaspæl.
Portalurin sendir eisini dystirnar um EM-plaseringar. Tann fyrsti verður hósdagin seinnapartin. Meira seinni á Portalinum
EM 2026 - miðumfar, bólkur 1
Seinna umfar - Í dag, týsdagin 14. juli
Føroyar - Týskland 30-34
Endaliga støðan:
1. Týskland 6 stig
2. Sveis 4 stig
---------------------
3. Frakland 2 stig *
----------------------
4. Føroyar 0 stig
* Tvey ella trý lið koma víðari. Fýrarin skal spæla um 9. - 16. pláss
Dystargongdin:
5 min: 3-1
10 min: 7-4
15 min: 8-7
20 min: 10-11
25 min: 13-13
30 min: 17-19
35 min: 20-23
40 min: 21-24
45 min: 22-26
50 min: 25-28
55 min: 29-31
60 min: 30-34
Bjargingar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald