Tað byrjaði við einari øðiligari ferð, fleiri góðum málum men eisini nógvum tekniskum villum, sum Føroyar og Frakland skiftust um at gera.
Føroyingar gjørdu tó tað fleiri, og skjótt fekk Frakland eina leiðslu á nøkur mál. Føroyar hildu tó sambandið og vóru nær við at javna í einari løtu, har føroyska 5-1 verjan við Jákupi Egholm fremst ógrógvaði, Føroyar vunnu nakrar bóltar og skoraðu væl. Millum annað skoraðu Magnus Árason og Rúnar Hammer eitt framúr flott mál.
Tað var tó ov trupult at standa ímóti fronsku ferðini og ráu styrkini, serliga í verjupartinum. Tá talið av tekniskum villum samstundis øktiskt, varð munurin fimm mál í steðginum (19-14).
Føroyska verjan fekk ikki bilbukt við franska álopið, og man manglaði bjargingar. (høvdu samanlagt 5) Álopið fekk so at siga heldur ongantíð nakað flog í 2. hálvleiki, fyriuttan í 7 móti 6 eina løtu við Jógvan Andriasi Lamhauge.
Munurin lá um 6-7 mál eina løtu, men síðsta kortertið ella so var talan so at siga um føroyskt kollaps. Frakland vann hesa løtuna 11-3, har føroysku spælararnir so at siga als ikki høvdu orku, yvirskot og hugsavnan at koma til møguleikar, og har mistøkini vóru nógv.
Samanlagt varð munurin 15 mál. Tað lýsur ikki allan dystin, men givið er, at franska liðið var frammanfyri á øllum økinum. Eins og móti Sveis í bólkafinaluni, fullu Føroyar ov nógv í stigi, og skulu skjótt reisa seg:
Í morgin, týskvøldið bíða týsku heimsmeistararnir, sum Føroyar vunnu stig ímóti í HM-endaspælinum í fjør (28-28). Tað skal ógvuliga nógv til, um hetta skal henda aftur. Týskland kann tó spæla seg víðari við sigri móti Sveis í kvøld, og so hevur dysturin á pappírinum so at siga einki at siga.
Tí tað verður bert matematiskt, at Føroyar hava ein fjórðingsfinalu-møguleika. Heldur fer vikan at snúgva seg um at tryggja, at man Føroyar fáa pláss til U21 HM næsta ár.
Skráin fyri miðumfar okkara:
Í dag, mánadagin 13. juli
Føroyar - Frakland 38-23 (14-19)
Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 4-7
15 min: 6-9
20 min: 9-11
25 min: 12-15
30 min: 14-19
35 min: 15-22
40 min: 17-25
45 min: 20-27
50 min: 22-31
55 min: 23-34
60 min: 23-38
Toppskjútti: Jákup Egholm 5 mál - Dagsins føroyingur: Pauli Rasmussen
17.30: Týskland - Sveis
Í morgin, týsdagin 14. juli
15.00: Sveis - Frakland
17.30: Føroyar - Týskland
EM 2026 - miðumfar, bólkur 1
1. Sveis 2 stig
2. Týskland 2 stig
3. Frakland 2 stig *
4. Føroyar 0 stig *
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald