Hondbóltssamband Føroya: Við størri skotneyvleika kundi munurin verið væl minni, men Japan vóru góðar og vunnu greitt, móti Føroyum í fyrsta dystinum í U20 HM-endaspælinum í Kina.
Tað endaði 32-22. Hálvleiksstøðan var 16-11 til Japan.
Føroyska liðið byrjaði varliga og sýntist leikætlanin at vera, at ikki skrúva leikferðina ov høgt upp móti kviku japanarunum. Hetta hepnaðist væl fyrstu løtuna, og komu okkara eisini til góðar málmøguleikar. Liðini fylgdust, men fekk Japan so líðandi yvirtakið.
Okkara skuldu arbeiða harðari fyri møguleikunum og vóru okkara eisini óneyvar í løtum og brendu heldur illa. Føroyska liðið royndi seg við 7 móti 6, og hóast onkrar tekniskar villur, so hepnaðist hetta so líðandi betri, og Føroyar minkaðu um munin til seinastu løtuna fyri steðgin. Hálvleiksstøðan var 16-11 til Japan.
Tað gekk sera striltið hjá Føroyum fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Okkara brendu og brendu móti japanska málverjanum, sum eisini gjørdist dagsins leikari. Bert eitt skot fór í netið fyrstu 14 minuttirnar. Okkara hildu tó stand seinastu 15 minuttirnar og vaks munurin ikki.
Flestu føroysku leikararnir komu eisini á vøllin og bjóðaðu allar væl inn við sínum seinastu løtuna. Dysturin var tó avgjørdur og Japan vann greitt 32-22.
Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin, hósdagin, klokkan 9.15, føroyska tíð, móti Kroatia. Noreg og Kroatia hava eisini spælt í dag, og vann Noreg 27-21.
Allir dystir hjá Føroyum kunnu stroymast á handball-globe.tv. Kostnaðurin er 8 evrur fyri hvønn dyst
----------------------------------------
Málskjúttar hjá Føroyum:
Málverjar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald