HSF: Føroysku U20-kvinnurnar góvu sponsku favorittunum mótstøðu í dag. Føroysku kvinnurnar vóru væl við stóran part av fyrra hálvleiki og góvu ongantíð upp í seinna. Spania vann tó dystin 31-25, eftir at tær vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.
Føroyar byrjaðu dystin sera væl við góðum og tolnum 7 móti 6 álopsspælið og komu okkara fram um 3-0. Vongspælið og strikuspælið hepnaðist betri enn í mun til undanfarnu dystirnar og fingu Inga Maria Roysdóttir, Silja Heðinsdóttir og Karina Heinesen væl burturúr fyrstu løtuna. Føroyar vóru á odda 9-6, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin og Spania tók time-out. Spania kom nú longur fram at verja, og órógvaði hetta føroyska spælið nógv fyrstu løtuna. Føroysku leikararnir gjørdu nógvar villur og Spania vann seg skjótt innaftur í dystin til støðuna 9-9. Spania sat á seinnu helvt av fyrra hálvleiki við ágangandi verjuspælið, kvikum álopsspælið og góðu skotum. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 17-13 til Spania.
Spania sat á tí mesta at byrja við í seinna hálvleiki. Føroyska liðið spældi seg tó spakuliga uppaftur og minkaðu um sponsku leiðsluna niður í trý mál eftir 10 minuttir. Inga Maria Roysdóttir var toppskjútti í dystinum móti Italia í gjár, og helt hon áfram í dag við fleiri góðum málum á høgra vongi, tilsamans 7 mál. Dysturin gekk nú javnt á aftur eina løtu og var tað ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, at tað skrædnaði í føroysku verjuni og dysturin varð avgjørdur. Spania endaði við at vinna trygt 31-26.
Føroysku kvinnurnar hava frí í morgin, hareftir tær skulu møta vertunum úr Serbia í seinasta dystinum leygardagin kl. 13. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Inga Maria Roysdóttir 7
Maria P. Nólsoy 6
Bjørk F. Joensen 3
Silja Heðinsdóttir 2
Anna Elisabeth H. Weyhe 2
Karina Debes Heinsen 2
Barbara Hammer 2
Lukka Arge 1
Dystargongdin Spania – Føroyar
5 min. 2-3
10 min. 3-5
15 min. 6-9
20 min. 11-10
25 min. 14-11
30 min. 17-13
35 min. 20-15
40 min. 22-18
45 min. 24-21
50 min. 27-22
55 min. 30-22
60 min. 31-25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald