Seks dystir, tríggjar sigrar og væl við í tapunum sum vóru móti Spania (tvær ferðir) og Norðurmakedónia (2-1). Hetta var úrttøkan við Sámal Erik Hentze sum oddamanni hjá U21-landsliðnum í heyst. Úttrykkið var gott, og nú er greitt, at 48-ára gamli venjarin eisini skal standa á odda fyri U21-landsliðnum í komandi undankapping. Fótbóltssambandið kunngerð, at Bagge hevur skrivað undir ein nýggjan tvey-ára sáttmála:
– Eg ivaðist onga løtu, tá eg fekk møguleikan at halda fram. At vera U21-landsliðsvenjari er sera spennandi, og tað er hugaligt at vera partur av menningini av okkara ungu spælarum, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Sámal Erik Hentze skal royna at byggja uppá góðu gongdina hjá U21-landsliðnum, sum til komandi undankapping verður mannað heldur øðrvísi (Mynd: Sverri Egholm)
Seinastu árini hevur Hegga Samuelsen verið hjálparvenjari. Til komandi undankapping verður ein nýggjur hjáparvenjari, og tað er als ikki nakar ókendur maður í føroyskum fótbólti. Nýggjur hjálparvenjari verður nevniliga fyrrverandi liðskiparin á A-landsliðnum og Víkinga-kempan, Atli Gregersen.
– Hetta verður heilt sikkurt ein spennandi og mennandi uppgáva fyri meg sum venjara. Eg kenni væl Bagga frá tíðini í Víkingi, og eg ivist onga løtu í, at samstarvið verður gott fyri báðar partar
Atli Gregersen umboðaði í nógv ár Føroyar sum leikari (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta sigur Atli Gregersen við fsf.fo. 38-ára gamli víkingurin hevur fyri kortum skrivað undir ein nýggjan leikarasáttmála men er eisini farin í gongd á venjaraleiðini. Í fjør var hann venjari hjá U15-liðnum hjá Víkingi.
Greitt er eisini, at Rúni Klein Joensen heldur fram sum málmansvenjari hjá U21-landsliðnum næstu tvey árini. Lutakastið til komandi EM-undankapping verður tann 28. januar, boðar FSF frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald