Fótbóltur

U21: Føroyar í sterkan bólk

Føroyar komu í bólk H, saman við Armenia, Norðurmakedónia, Ukraina, Serbia og Fraklandi. Undankappingin hjá Sámal Erik Hentze og hansara monnum byrjar í mars.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-28 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á middegi var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping fyri U21-landslið, sum byrjar í mars. Heimasíðan hjá FSF skrivar, at Føroyar komu í bólk H, saman við Armenia, Norðurmakedónia, Ukraina, Serbia og Fraklandi.

Frakland má metast sum besta liðið í bólkinum. Norðurmakedónia spældu Føroyar ímóti so seint sum í heyst (1-2 á Tórsvølli) Armenia var í styrkislagnum niðanfyri Føroyar til lutakastið.

- Vit mugu bara staðfesta, at hetta var ikki beinleiðis nakar dreymabólkur. Men eg gleði meg til uppgávuna, og vit síggja við stórum spenningi fram ímóti at koma í gongd, sigur føroyski U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Hann fekk í seks dystum í heyst tríggjar sigrar. Bagge skal saman við Atla Gregersen standa á odda fyri U21-landsliðnum í komandi undankapping, ið endar í juni 2022. Ógreitt er, júst hvør dystarskráin verður. 

Ungarn og Slovenia vera í felag vertslond fyri sjálvum EM-endaspælinum, sum verður um mánaðarskiftið juni-juli í 2023.

Bólkur H
Armenia
Føroyar
Norðurmakedónia
Ukraina
Serbia
Frakland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder