Fótbóltur

U21: Føroyar vendu dystinum á frálíkan hátt

Estland kom á odda tíðliga í 2. hálvleiki, men framúr hugburður og føroyskt trýst góvu úrslit: Jóhan Josephsen javnaði og í yvirtíðini avgjørdi Áki Samuelsen við brotssparki.

Stórur fagnaður eftir sigursmálið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Stórur fagnaður eftir sigursmálið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-06-07 20:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í sínum fyrsta dysti saman, og við bert tveimum spælarum sum áður hava spælt U21-fótbólt, fingu Føroyar eina frálíka byrjan uppá EM- undankappingina. 

Tað var málleyst í steðginum í Klaksvík eftir ein javnan 1. hávleik. Fimm minuttir inn í 2. hálvleik revsaðu gestirnir og Rommi Siht Føroyar, men so tók heimaliðið av álvara yvir.

Í 72. minutti var tað Jóhan Josephsen, sum revsaði estiska málverjan. B68-áleyparin var ágangandi og síðani ísakaldur í sínum heimbýi.

Eftir hetta fóru Føroyar veruliga eftir tí. Ólavur Mikkelsen skifti Aron Benjaminsen inn, og hetta var ein heilt røtt innskifting. Høgri vongurin úr Kristiansand, við Skála sum barndómsfelagi, bjóðaði ofta av, og í yvirtíðini vann hann brotsspark eftir flottar driblingar.

[object Object]
Dagsins liðformaður og nógv mest royndi U21-spælarin, Áki Samuelsen, fekk møguleikan (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]Og har var eingin ivi (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Øll hildu ondini, meðan ein annar spælari í norskum fótbólti helt høvdið kalt. Liðformaðurin Áki Samuelsen skoraði trygt til 2-1, og so var stórur fagnaður - og avgjørt við Djúpumýru.

Stutt frammundan høvdu Føroyar havt tveir stórar møguleikar at avgerða, og talan var sum heild um uppibornan sigur til stríðsfúsu og snildu føroyingarnar.

Nógvir spælarar spældu ógvuliga væl, sum dysturin leið, og kanska serliga Árni Nóa Atlason skaraði framúr á sentrala miðvøllinum.

Tað var tó eitt satt liðavrik. Ólavur Mikkelsen og hansara toymi byrjaðu ógvuliga væl - næstu uppgávurnar hjá U21 vera í september á útivølli (í Íslandi og í Luksemborg).

Føroyar (4-5-1): Hans Jákup Arngrímsson - Bjarti Thorleifsson (74' Aron Benjaminsen), Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Virgar Jónsson - Dávid Biskopstø Andreasen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason - Hanus Højgaard, Jóhan Josephsen, Áki Samuelsen (L)

Meira úr Klaksvík seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder