Fótbóltur

U21: Hesir byrja inni í Serbia

Magnus Holm Jacobsen er aftur tøkur fyri U21 og er liðformaður í kvøld, í dystinum sum byrjar um eina tíma, og sum kann síggjast á kvf.fo.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-12 15:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen hava set føroyska liðið í Serbia, har seinasti dysturin hjá liðnum í 2021 er á skránni.

Bárður á Reynatrøð verjir føroyska málið. Útileikarar eru Símun Sòlheim, Magnus Holm Jacobsen (liðformaður), Andrias Edmundsson, Jonn Johannessen, Pætur Turiðarson Skipanes, Lukas Grenaa Giessing, Børge Petersen, Noah Hans Mneney, Hanus Sørensen og Ragnar Skála .

Helst fer tað at síggja soleiðis út í 4-2-3-1: 

Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Børge Petersen, Andrias Edmundsson, Pætur Turiðarson Skipanes - Noah Mneney, Magnus Holm Jacobsen - Símun Sólheim, Ragnar Skála, Lukas Giessing - Jonn Johannessen.

Á bonkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Áki Johannesen, Gullbrandur Øregaard, Jóhann Hansson Joensen, Jónas Warner, Jóhan Renéson Thomsen, Ingi Jonhardsson, Aleksandur Jensen og Óli Eyðsteinsson Poulsen.

Fyrsta bríks í Serbia verður klokkan 17. Dysturin kann síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder