Týsdagin 17. januar verður lutakastið til U21 HM-endaspælið, sum verður leikt í summar. Føroyar vann seg til HM-endaspælið við at enda sum nummar 10 til U20 EM-endaspælið í Portugal.
32 lið skulu lutast í átta bólkar á fýra lið, Føroyar eru styrkismettar í potti 2. Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki koma víðari til ovaru millumrundun, meðan tvey tey niðaru koma í niðaru millumrunduna. Hareftir eru dystir eftir cup-skipan, skrivar Hondbóltssambandið.
HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi í døgunum 20. juni til 2. juli.
Pottur 1: Spania, Portugal, Egyptaland, Serbia, Svøríki, Ungarn, Algeria, Frakland
Pottur 2: Týskland, Danmark, Slovenia, Brasil, Føroyar, Grikkaland, Ísland, Pólland
Pottur 3: Japan, Bahrein, Kuveit, Tunesia, Argentina, Kili, Kuba, Kroatia
Pottur 4: Avstralia, Angola, Marokko, Libya, Kosta Rika, Saudia Arabia, USA, IHF Trophy vinnarin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald