Fótbóltur

U21-hópurin móti Fraklandi og Norðurmakedonia

Føroyar eru enn væl við í hesi undankappingini - seks stig fyri seks dystir.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-14 14:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sámal Erik Hentze, venjari, hevur í dag tikið út hópin til U21-landsliðið við monnum, sum seinni í mánaðinum skulu spæla útidystir móti Fraklandi og Norðurmakedonia.

Hesir eru úttiknir:

Bárður á Reynatrøð, Víkingur, Bjarti Mørk, HB, Jóannes Davidsen, EB/Streymur, Hanus Sørensen, Middelfart (Danmark), Børge Petersen, KÍ, Áki Johannesen, B68, Elias Rausborg, Hvidovre IF (Danmark), Pætur Skipanes, NSÍ, Martin Agnarsson, B36, Magnus Holm Jacobsen, B36, Noah Hans Mneney, Víkingur, Andrass Johansen, B36, Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg), Símun Sólheim, B36, Áki Samuelsen, HB, Stefan Radosavljevic, HB, Ragnar Skála, AB, Lukas Giessing, Nykøbing FC (Danmark), Jørgen Nielsen, NSÍ, Steffan Løkin, B68, og Jonn Johannesen, KÍ.

Hósdagin 24. mars kl. 19.45 spæla Føroyar móti Fraklandi á Stade de l’Épope í norðurfranska býnum Calais. Týsdagin 29. mars klokkan 17 verður spælt móti Norðurmakedonia á National Arena Todor Proeski í høvuðsstaðnum Skopje.

Føroyska U21-liðið hevur í seks dystum fingið seks stig higartil í hesi EM-undankappingini. Føroyar hava funnið 2-0 á Armenia og spælt javnt móti Fraklandi og Norðurmakedonia á heimavølli og Serbia á útivølli.

Tá hesir báðir komandi dystirnir eru spældir, eru bert tveir eftir, báðir heima. 2. juni móti Ukraina og 7. juni móti Serbia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder