Fótbóltur

U21-hópurin móti Serbia úttikin

U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystin á útivølli móti Serbia, sum verður fríggjadagin 12. november.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-01 15:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um smáar tvær vikur skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá EM-undankappingardysturin á útivølli móti Serbia er á skránni, ið samstundis er seinasta dysturin hjá U21-landsliðnum í ár.

Fyrrapartin mánadagin varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, og tá setti venjarin, Sámal Erik Hentze, navn á teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til komandi landsdyst.

[object Object]Sámal Erik Hentze á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarki Vitalis Mørk, HB Tórshavn
Áki Johannesen, B68 Toftir
Andrias Edmundsson, CDA Aguilas (Spania)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Pætur T. Skipanes, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, Middelfart (Danmark)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Magnus Holm Jacobsen, B36 Tórshavn
Ragnar Skála, AB Argir
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Aleksandur Ó. Jensen, B68 Toftir
Símun Sólheim, EB/Streymur
Jóhan Reneson Thomsen, TB Tvøroyri
Lukas Giessing, HB Tórshavn
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Jonn Johannesen, KÍ Klaksvík
Steffan A. Løkin, B68 Toftir

Undan dystinum móti serbum eru Føroyar nummar 3 í bólkinum við 5 stigum, ið er vunnin við sigri á Armenia, og javnleikum móti Fraklandi og Norðurmakedónia.

Serbia er á 5. plássi við 4 stigum, ið øll eru vunnin á útivølli. Serbar hava tapt heima móti Ukraina og Fraklandi, og hava síðan spælt javnt og vunnið á útivølli móti ávikavist Norðurmakedónia og Armenia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder