Fótbóltur

U21-landsliðið eisini í eldin

Dysturin í Serbia byrjar klokkan 17 og kann stroymast á kvf.fo. Føroyar eru eitt stig frammanfyri undan uppgerðini.

2021-11-12 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki bert í Parkini, at eitt føroyskt landslið skal stríðast í kvøld. Seinasta uppgávan hjá U21-landsliðnum er á skránni í kvøld. Tað er í Serbia, har liðið sum er eitt stig aftanfyri Føroyar, tekur ímóti.

Støðan í bólkinum sæst her

Føroyar hava higartil spælt fimm dystir, har allir hava verið tættir og ikki avgjørdir fyrrenn heilt ímóti endanum/endaðir við javnleiki.

Nú skal liðið hjá Sámal Erik Hentze og Atla Gregersen royna at fáa eitt gott úrslt afturat í 2021. Nakrir av føstu leikarunum, millum annað liðformaðurin Stefan Radosavljevic og Andrass Johansen, mangla.

U21 EM-undankapping
Serbia, 12.11
(17.00): Serbia - Føroyar

Hópurin:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn
Áki Johannesen, B68 Toftir
Andrias Edmundsson, CDA Aguilas (Spania)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Pætur T. Skipanes, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, Middelfart (Danmark)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Magnus Holm Jacobsen, B36 Tórshavn
Ragnar Skála, AB Argir
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Jóhann Hansson Joensen, EB/Streymur
Aleksandur Ó. Jensen, B68 Toftir
Símun Sólheim, EB/Streymur
Jóhan Renéson Thomsen, TB Tvøroyri
Lukas Giessing, HB Tórshavn
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Jonn Johannesen, KÍ Klaksvík
Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ Klaksvík
Jónas Warner, B71 Sandur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder