Fótbóltur

U21: Møguleikin er har móti Montenegro

Hóast útiliðið er favorittur á Svangaskarði i dag, so er ymiskt ið bendir á, at talan verður um ein tættan dyst, har Føroyar skulu royna at fáa stig fyri aðru ferð í kappingini.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-13 13:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undir Sámal Erik Hentze hevur føroyska U21-landsliðið í heyst spælt tríggjar dystir á heimavøll. Tann fyrsta, ið var tíðliga í september, vunnu Føroyar 3-1 á Ísrael. Síðani hava ungu føroysku menninir verið verið heilt við í dystunum á Tórsvølli móti Norðurmakedónia (1-2) og Spania (0-2 - seinna málið kom í yvirtíðini), ið eru tey sterkastu liðini í bólkinum.

Føroyar hava trý stig fyri sjey dystir. Montenegro hevur fýra stig fleiri og hevur leikt ein dyst fleiri. Hóskvøldið tapti liðið á heimavølli móti Ísrael. Tá Montenegro tók ímóti Føroyum í september í fjør, endaði tað 3-0 til heimaliðið.

Føroysku leikararnir stríddust fyrimyndarliga væl móti spaniólum hóskvøldið og tóku ábyrgd. Síðani hava teir havt góða tíð at restituera og fyrireika seg til hesa uppgávuna, har møguleikin at vinna er størri. Gamaní er Montenegro favorittur - oddsið uppá útisigur er áleið 1,50 hjá flestu veddingarfyritøkum, meðan sigur til Føroyar gevur peningin fimm ferðir ella beint omanfyri tað aftur.

Í 2014 vunnu føroyingar 1-0 á Montenegro á Svangaskarði. Tá var tað Ári Mohr Jónsson, ið skoraði fyri Føroyar. Spurningurin er, um hesir ungu føroysku menninir kunnu endurtaka hetta úrslitið í dag og fyri aðru ferð á rað vinna á Svangaskarði.

Fyrsta bríksl á Svangaskarði verður klokkan 17.00. Tí hetta er so tætt uppat A-landsdystinum á Tórsvølli, klára vit ikki at dekka dystin, sum vit høvdu ætlanir um. Vit dagføra støðuna á forsíðu okkara og taka samanum aftaná.

Dysturin kann síggjast ókeypis á Rás 1, og FM hevur eisini beinleiðis frásøgn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder