Fótbóltur

U21: Skála vendi tingunum og fór avstað við steypunum

Heðin Olsen skoraði tvær ferðir fyri AB, men teir í appelsinlittum vístu sterkari vilja. Dani minkaði, og 15-ára gamli Elias Justinus Begerau gjørdist dagsins maður eftir tvey mál í undirhaldandi finaluni.

Ervin Rasmussen lyftir steypið, og so er stór frøi á skálamonnum, strandingum og hinum í appelsinlittum (Myndir: Jóhanna Thomsen/FSF)

Ervin Rasmussen lyftir steypið, og so er stór frøi á skálamonnum, strandingum og hinum í appelsinlittum (Myndir: Jóhanna Thomsen/FSF)

2026-09-18 09:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Steypafinalan hjá teimum elstu av teimym yngstu var á skránni á Tórsvølli í gjár, hóskvøldið 17. sepetmeber. Og talan gjørdist um ógvuliga spenanndi og dramatiska finalu, sum varð avgjørdi í seinastu minuttunum.

AB hevði nakrar spælarar við, sum hava gjørt vart við seg á besta liðnum í ár. Heðin Olsen, sum hevur skorað móti HB í Gundadali í Meistaradeildini, hevði skorað tvær ferðir innan fyrstu 18 minuttirnar.

So var mótbrekka hjá Skála, men men teir í appelsinlittu fullu ikki í fátt.

Beint fyri steðgin minkaði Sebastian Larsen til 1-2. Danski áleyparin kom annars í summar fyri at spæla við besta liðnum.

Tað var tó ein blaðungur skálamaður, sum avgjørdi inntensu steypafinaluna hjá U21: Elias Justinus Bergerau.

15-ára gamli Skála-spælarin javnaði í 65. minutti, og tjúgu minuttir seinni skoraði Elias Bergerau til 3-2.

Sí meira um dystin her (FaroeSoccer)

Eftir dystin varð tvímálsskjúttin kosin dagsins spælari og samanlagt eitt gott Skála-kvøld á Tórsvølli.

[object Object]
Elias Justinus Bergerau stórfegnast um seinna máli hansara

[object Object]
Skála sýndi góðan stríðsvilja á Tórsvølli og spældi serliga ein góðan seinnan hálvleik (Myndir: Jóhanna Thomsen/FSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder