Fótbóltur

Uefa hóttir við at taka seg úr Fifa-kappingum

Í hvassorðaðum skrivi staðfestir Uefa, at evropeisku landsliðini ikki fara at luttaka í Fifa-kappingum so leingi uppskotið hjá Infantino er á lívi.

Teir eru fullkomiliga ósamdir um framtíðina hjá fótbóltinum. Til vinstru Gianni Invantino, Fifa-aðalskrivari, til høgru Aleksander Ceferin, Uefa-aðalskrivari. Avmyndaðir á ársfundinum hjá Uefa í Brússel í februar (Mynd:Benoit Tessier/Reuters/Ritzau Scanpix)

Teir eru fullkomiliga ósamdir um framtíðina hjá fótbóltinum. Til vinstru Gianni Invantino, Fifa-aðalskrivari, til høgru Aleksander Ceferin, Uefa-aðalskrivari. Avmyndaðir á ársfundinum hjá Uefa í Brússel í februar (Mynd:Benoit Tessier/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-30 17:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, hevur í dag sent út eitt hvassorðað skriv, sum í øllum lutum mótmælir allar ætlanir hjá alheims fótbóltssamgonguni, Fifa, at selja fótbóltin fyri hægstbjóðandi.

Og tað er ein samd evropeisk fótbóltssamgonga, sum stendur aftanfyri skrivið. Øll 55 sambondini í Evropa taka undir við skrivinum.

Les skrivið her

Í skrivinum hóttir Uefa við, at øll lond í Evropa taka seg úr Fifa-kappingum, um uppskotið ikki verður tikið av borðinum.

Les eisini: Øsing í fótbóltsheiminum yvir Fifa-ætlanir

Í skrivinum stendur millum annað hetta at lesa:

“Sum úrslit av orðaskiftinum í dag, fara eingi Uefa landslið at luttaka í nakrari Fifa-kapping, so leingi hesi uppskotini eru á lívi, uttan so at uppskotið verður slept í síni heild, og bindandi trygd er givin fyri, at Fifa ongantíð aftur fer at lata sína stýring ella kappingar yvir til privata ogn.

Ongin skal vera í iva: Uefa og tjóðarsambondini fara at seta seg ímóti hesum ætlanum við fullkomnari avgerðarmegi”.

Og brævið endar soleiðis:

“Sumt er heilt einfalt ov týdningarmikið at selja. HM í fótbólti hoyrir til fótbóltin. Fer altíð at gera tað. Og so leingi Evropa hevur eina rødd, verður tað aldrin til sølu”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder