UEFA: KÍ vinnur dystin 3-0

Men hjá KÍ hava tey enn eingi almenn boð fingið.

Við Djúpumýrar seinnapartin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Við Djúpumýrar seinnapartin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-22 13:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hugt verður á heimasíðuna hjá UEFA í dag, so stendur at KÍ hevur vunnið mest umrødda dystin í Føroyum í nýggjari tíð, dystin millum KÍ og Slovan Bratislava, sum skuldi spælast við Djúpumýrar klokkan 17 í gjár.

[object Object](Skíggjamynd: Uefa.com)

Dysturin varð avlýstur stutt undan dystarbyrjan orsakað av, at covid-19 enn einaferð varð staðfest í hópinum hjá útiliðnum. Óvist var og er framvegis hvat fer at henda.

Heimasíðan hjá UEFA sigur, at KÍ vinnur dystin 3-0, men hjá KÍ vita tey framvegis einki, frætta vit úr Klaksvík.

Sí eisini: Mikkjal Thomassen: Eingin vinnari av hesum

Sum skilst fer Slovan Bratislava at klaga KÍ og umstøðurnar kring dystin til UEFA. Um KÍ verður dømt at vinna dystin, skal liðið møta Young Boys í Sveis mikudagin í næstu viku.

Støðan er ikki broytt serliga nógv síðani vit prátaðu við Tummas Lervig, formann í KÍ, seinnapartin í gjár:

Liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen, segði soleiðis seinnapartin í gjár:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder