Annað

Um 300 runnu og gingu við í “Føroya renna” í gjár

Sera væleydnað, tá Føroyar runnu. Endamálið er m.a. at vapra ljós á sálarheilsu og rørslu.

2022-04-15 15:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Runt alt landið gingu og runnu okkurt um 300 rennarar í góðveðrinum í gjár. Føroyar renna er rørslutiltak, sum ítróttafelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna skipar fyri. Endamálið er m.a. at vapra ljós á sálarheilsu og rørslu. 

Upprunin til Føroyar renna er Tórshavna marathon, sum í 2020 varð koronu-avlýst. Nevndin í Bragdinum helt, at tað var spell, at fólk ikki kundu renna saman, tí kom hugskotið til tykisrenningina, har fólk kundu renna hvør sær, har tey vildu, so langt tey vildu. 

Undirtøkan í 2020 var so mikið góð, at nevndin gjørdi av at hetta skuldi vera eitt afturvendandi tiltak. Hetta er tí triðju ferð, at Bragdið skipar fyri renningini saman við Tórshavnar kommunu, sum letur eitt luttakaraheiðursmerki, til øll tey, ið hava runnið ella gingið, og sum skráseta sína tíð. 

Hetta er eitt rørslutiltak fyri øll, og tað var ókeypis at vera við, men í samband við tilmeldingina bar til at lata eina peningaupphædd til Sinnisbata. 

Tað er ymiskt hvussu langt fólk gingu ella runnu í góðveðrinum í gjár. Úr 5km og upp í marathon. Nú kunnu fólk sjálvsagt renna saman og nógv tóku seg saman og fylgdust í bólkum. 

“Tiltakið var sera væleydnað”, sigur Katrin Thorsvig Hansen, nevndarlimur í Bragdinum, “nógv fólk luttóku, og á sosialum miðlum hava við sæð, at fólk hava hugnað sær óført kring allar Føroyar. 

Føroyar renna verður aftur skírisdag næsta ár, 6. apríl 2023. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder