
- Vit hava selt akkurát 1640 atgongumerkir sum er.
Tað sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbóltsambandi Føroya við portalin. Hann greiðir frá, at langsíðan er býtt í tvey, soleiðis at finaluliðini hava eina hálvu hvør.
- Tað eru 414 atgongumerkir eftir á HB síðuni og 553 á B36 síðuni. Á suðursíðuni, sum ikki er sett av til nakað lið, eru umleið 600 pláss eftir, greiðir aðalskrivarin frá. Hann sigur at øll sjálvandi kunnu keypa atgongumerkir á báðum síðani, men ætlanin við at býta plássini upp er helst at tryggja, at áskoðarinir hjá liðunum báðum fáa atgongumerkir og fyri at skapa ein góðan dystaranda. Hann roknar eisini við, at øll atgongumerkini verða seld.
- Eg vóni og vænti at øll atgongumerkini verða seld, serliga nú, tá ein langsíða er tikin burtur og tað tískil eru færri pláss, greiðir aðalskrivarin frá. Hann sigur eisini
Virgar Hvidbro sigur eisini, at fótbóltsambandið ikki missir tað stóra av, at ein langsíða er rivin niður og tískil ikki kann brúkast til steypafinaluna. Hann sigur at atgongumerkini seinastu árini hava verið so bílig, at tað ikki er ein so týðandi partur av inntøkunum hjá fótbóltsambandinum longur.
- Fyrr kostaðu atgongumerkini 350 krónur, men nú kosta tey 200 og onkuntíð heilt niður í 100 krónur. Inntøkurnar frá atgongumerkjasøluni eru tí ikki ein so týdningarmikil partur av inntøkunum longur, sigur hann at enda.
Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli 25. august. Í ár verður finalan ímillum bæði havnaliðini. Seinast liðini spældu finaluna um Løgmanssteypið var í 1991, tá B36 vann 3-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald