Eftir ætlan skuldu U15- og U17-landsliðini við gentum farið við flogfarinum við kós ímóti Keypmannahavn, tíðliga mikumorgunin 12. august. Men av tí at koronastøðan er versnað í vikuni, gjørdi FSF hósdagin av, at avlýsa túrarnar hjá gentulandsliðnum, sum skuldu verða í Danmark til 20. august. Hjá U15-gentunum var talan um Talentstævne í Herning - fyrsta altjóða uppgávan hjá leikarunum. Hjá U17-gentunum var talan um venjingarlegu - ein týðiligan lið í fyrireikingunum til EM-endaspælið á heimvølli komandi vár.
– Tað harmar okkum sjálvandi almikið, at hetta ikki kundi blíva til nakað. Men vit ynskja ikki at seta nakran í eina keðiliga støðu, ið koronafarsóttin møguliga kann hava við sær. Tí hava vit valt at avlýsa ferðirnar til Danmarkar hesaferð,
Hetta sigur Virgar Hvidbro við heimasíðuna hjá FSF, har aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya eisini upplýsir, at eftir videofund við UEFA í vikuni, bendir nógv á, at EM-undankappingarnar hjá yngru landsliðunum í ár verða avlýstar.
Virgar Hvidbro (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta skuldi verða eitt sera virkið landsliðsár hjá landsliðnum hjá FSF, og eftir at koronastøðan órógvaði alt várið, varð landsliðsskráin í heyst meira pakkað. Nú hongur alt hjá U19 og niðureftir í tunnum tráði.
Sí landsliðsskránna fyri 2020 her
Óbroytt - men óvist - hjá teimum vaksnu
Fyrst í september skulu U-landsliðið og A-landsliðið hjá monnum spæla á heimavølli, og A-landsliðið skal eisini til Andorra, sum í løtuni er eitt reytt øki, sambært dansa uttanríkismálaráðnum. Støðan í Føroyum er jú heldur ikki góð í løtuni. A-landsliðið hjá kvinnum hevur heimadyst 18. september.
– Sum tað sær út nú, so verða kappingarnar hjá A-landsliðunum hjá monnum og kvinnum avgreiddar sum ætlað, og tað sama verður við kappingini hjá U21. Men støðan broytist mestsum alla tíðina, so hetta kann eisini verða broytt innan stutta tíð, sigur Virgar Hvidbro.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald