Fótbóltur

United sett uppá pláss í Týskland og úti av Champions League - dysturin støðgaður í París

Liðið hjá Solskjær kom afturum 3-0, fekk síðani tvey mál men tað rakk ikki. Í París fóru liðini av vøllinum, tí at fjórðidómarin brúkti orðið "negro" um hjálparvenjaram hjá Basaksehir. Í Barcelona skoraði Ronaldo tvær ferðir, og Juventus yvirhálaði harvið liðið hjá Messi.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-12-08 22:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann størsti dramatikkurin í kvøld var í bólki H.

Í Leipzig var tað á vøllinum, har heimaliðið skoraði tvær ferðir fyrstu tólv minuttirnar. Manchester United, ið hevði spælt seg víðari við javnleiki, sá illa út, og hóast leikliga yvirvág til útiliðið leingi, so vantaði nógv, og tað var Leipzig, ið fekk triðja málið, tá United-verjan snorksvav. So tyktist alt av hjá United, men síðani fór alt VAR-rúmið í støgð tyktist tað, tí fyrst fekk Greenwood eitt óvanliga tunt brotspark, og í næsta álopinum stútaði innskift Pogba bóltin niður á armin á Maguire, og bólturin fór síðani umvegis ein Leipzig-leikara í málið. So var brádliga spenningur í aftur, men hóast onkra vandamikla støðu so endaði tað 3-2. Uppiborin sigur til Leipzig - Solskjær og United skulu aftur royna at fara allan vegin í Europa League.

[object Object]
Eftir 3-0 málið hjá innskifta Kluivert (Mynd: EPA)

[object Object]

Hvørki liðformaður...

[object Object]
ella venjari megnaði at gera mun á rætta hátt fyri United (Myndir: EPA)

Í París varð bert leikt í 12 minuttir, tá alt støgðaði upp. Tá vísti hjálparvenjarin hjá Basaksehir, Pierre Webo, sína ónøgd við eina harðliga takkling. So nógv at rumeniski fjórði dómarin vildi vísa fyrrverandi landsleikaranum hjá Kamerun av bonkinum. Sambært fleiri altjóða miðlum brúkti hann orðið "negro", tá hann skuldi lýsa fyri høvuðsdómaranum, hvør á bonkinum skuldi vísast út. Sum skilst skal tað skiljast sum "hasin svarti", um tað veðrur umsett úr rumenskum, og nýstlan av orðinum fekk øði í Webo, Demba Ba, ið fekk reytt kort, og fleiri aðrar. Leikararnir hjá Basaksehir noktaðu at spæla víðari, tað gjørdu teir hjá PSG - við Mbappe á odda - eisini, og dysturin verður eftir ætlan leiktur í annaðkvøld. PSG kemur víðari líkamikið úrslitið - ein kanning av støðuni er í gongd, váttar UEFA.

[object Object]
Fjórði dómarin  Sebastian Coltescu kom av álvara í brennidepilin í kvøld (Mynd: EPA)

[object Object]
Pierre Webo spurdi áhaldandi fjórðadómarin, hví hann nýtti orðið "negro" (Mynd: EPA)

[object Object]

Eisini Demba Ba var í øðini og vísti á, at soleiðis hevði man ikki málburði seg, um talan var um ein hvítum húðarliti. Áleyparin sum sat á bonkinum fekk reytt kort (Mynd: EPA)

[object Object]
Eftir rok eina løtu fóru liðini av vøllinum (Mynd: EPA)

Í Barcelona hittust Ronaldo og Messi aftur. Har vóru portugisin og Juventus omaná og vunnu 3-0. Harvið tók italska liðið 1. plássið í bólkinum. Ronaldo skoraði tvey brotsspørk og hevur nú 134 mál í Champions League samanlagt.

[object Object]
Mynd: EPA

Í morgin verða seinastu átta dystirnir í bólkaspælinum leiktir.  
 
Champions League 6. og seinasta umfar
Týsdagin 8/12

Bólkur F
Borussia Dortmund 13 *
Lazio 10 *
Club Brügge 8 **
Zenit 1

Lazio - Club Brugge 2-2
Zenit - Dortmund 1-2

Bólkur E
Chelsea 14 * 
Sevilla 13 *
Krasnodar 2 **
Rennes 1

Rennes - Sevilla 1-3
Chelsea - Krasnodar 1-1 

Bólkur G
Barcelona 15 *
Juventus 15 *
Dynamo Kiev 4 **
Ferencvaros 1

Barcelona - Juventus 0-3
Dynamo Kiev -  Ferencvaros 1-0 

Bólkur H
RB Leipzig 12 *
PSG 9 *
Manchester United 9 **
Istanbul Basaksehir 3
           
Leipzig - Manchester United 3-2
PSG - Istanbul Basaksehir (Avbrotin)

* Víðari til áttandapartsfinalurnar
** Europa League

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder