Uppflytingarfinalan í 1. deild millum B71 og Ab, sum var ásettur at vera inni í Dal klokkan 14 í morgin er fyribils útsettur.
Hesum boðar B71 frá.
- Boð eru komin frá FSF, grundað á íkomnu korona støðu í B71 hópinum, har tveir leikarar eru testaðir positivir og tveir afturat eru farnir í sóttarhald afturat hesum, sigur B71.
- Vit harmast, men fáa onki annað gjørt enn at halda øll tilmælir til ráðiligt aftur er at fara undir hendan síðsta fótbóltsdystin í árinum.
Dysturin er í seinasta umfari í 1. deild í ár, og er avgerandi fyri hvør flytur upp í Betri deildina næsta kappingarár. AB hevur 43 stig, og klárar seg við einum javnleiki, meðan B71 við 41 skal hava ein sigur í hús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald