Stórur spenningur er undan dystinum millum B71 og AB, tá hesi bæði liðini møtast í ársins seinasta umfari í 1. deild hjá monnum. Undan dystinum er støðan nevniliga tann, at vinnarin – argjamenn klára seg eisini við javnleiki – fylgir Skála upp í Betri Deildina komandi ár.
Men í løtuni er greitt, at avgerandi dysturin millum B71 og AB, sum skuldi vera Inni í Dal á Sandi leygardagin 30. oktober, er útsettur. Orsøkin er korona í hópinum hjá sandoyingum.
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at avgerandi uppflytingardysturin í staðin verður spældur sunnudagin 7. november, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald