Fótbóltur

Uppflytingin hjá Bielefeld er veruleiki

Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni skal komandi ár spæla í Bundesligaini - fyri fyrstu ferð síðani 2004.

2020-06-16 23:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í kvøld spældi Hamburger SV javnleik móti Osnabrück í dysti í triðseinasta umfari í 2. Bundesliga. Hetta merkir at HSV ikki longur kann fáa fatur á Arminia Bielefeld, ið liggur nummar 1 við 61 stigum fyri 31 dystir (HSV hevur 54 stig fyri 32 dystir á 2. plássi) Tvey tey ovastu liðini í deildini flyta beinleiðis upp í Bundesligina, og harvið er Bielefeld nú til reiðar til bestu deildina fyri fyrstu ferð í 16 ár.

Eingin føroyingur hevur nakrantíð spælt í fremstu týsku deildini, ið er ein tann allarbesta í heiminum. Jóan Símun Edmundsson kom til Bielefeld á sumri 2018. Hann heuvr spælt 22 dystir, skorað fimm mál og lagt til tvey í hesum kappingarárinum. Toftamaðurin hevur tó ikki spælt síðani koronastegðin, tí ein gamal knæskaði leggur honum meinbogar í vegin.

Jóan Símun hevur sáttmála fyri komandi kappingarár eisini, og sleppur hann av við skaðan er tað sera sannlíkt, at føroyski landsliðsleikarin fer at spæla ein leiklut í Bundesligaini eftir summarsteðgin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder