Nú verður tað. Klokkan 15 í morgin verður fyrsta bríksl í fremstu deildini hjá monnum. Tað verður fyrst og fremst ein lætti hjá nógvum, men tað verður eisini løgið.
Orsakað av smittuvanda verða eingir áskoðarar til dystirnar fyribils. Hjá leikarunum verður tað løgið, tí eingir rópandi og jublandi áskoðarar standa við síðulinjuna, og hjá áskoðarunum verður tað løgið, tí teir mugu fylgja við teirra elskaða ítrótti aðrastaðni.
Møguleikarnir eru nógvir. Televarpið sendir allar dystirnar við viðmerkjara og øllum tí, sum har til hoyrir. Og so eru rættindini eisini seld víðari til norska TV2, danska Ekstrablaðið og til veddingarfyritøkur. Spenningurin er í hásæti í Føroyum, men so sanniliga eisini í Noreg, nú bólturin endiliga fer á rull aftur.
Vit gera nógv burturúr
Her á Portalinum gera vit nógv burturúr í ár við væl umtóktu og skjótu beinleiðis støðudagføringunum frá øllum dystum, longri dystarfrásøgnum, yvirlitum, myndarøðum, og so fara vit eisini at leggja okkum eftir videosamrøðum eftir fleiri av dystunum gjøgnum árið.
Hesar samrøður koma út sum skjótast eftir, at tær eru gjørdar. Tað er ein leistur, sum vit hava brúkt til allar landsdystirnar seinnu árini, og sum hevur verið sera væl móttikin.
Vit vita, at tit gleða tykkum líka nógv sum vit til alt byrjar. Gott kappingarár!
Redaktiónin
Video: Tá KÍ vann FM í fjør:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald