Tað var, ella tyktist at vera, so at siga so deyðakvirt, sum tað kann vera í einari høll, tá ein altjóða hondbóltsdystur er á skránni. Ikki tí at tað ikki vóru áskoðarar til staðar – ið vit tíverri hava vant okkum eitt sindur við at síggja javnan í Føroyum og aðrastaðni – ella tí eingin hallarspeakari ella tónleikur javnan vóru at hoyra, umframt nakað av samskifti á vøllinum og inn á vøllin.
Seinastu minuttirnir í dystinum Føroyar – Luksemborg í gjárkvøldið tykust langir, og tíveri komu tankar sum: Er føroyskur manshondbóltur veruliga ikki komin longri enn hetta, og kann man í roynd og veru tosa um nakað endaspæl sum ein realistiskan møguleika skjótt. Um hugt varð eftir bert hesum vikuskiftinum, so kundi staðfestast, at tað fer at vera ógvuliga trupult at enda í topp-tvey í bólktinum og harvið koma víðari í HM-undankappingini eftir niðurtúrin í fyrsta umfari í gjár.
(Mynd: Sverri Egholm)
Veruleikin er tó, at føroyska manslandsliðið kann meira enn tað vísti í gjár. Fleiri leikarar fingu ikki spælt upp til sítt besta, og samljóðið í spælinum var ikki, sum tað skuldi vera . Tað ávirkaði avgjørt eisini, at fleiri sótu uttanfyri, sum kundu havt gjørt mun. Mest eyðmerkt var, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki var við vegna hansara brotnu høgu og brotna kjálkabein, ið ikki er lekt nógv væl uppá ein mánaða. 19-ára gamli skpælskiparin fær møguliga leiklut í dag og/ella í morgin. Men so var tað eisini Kjartan Johansen, ið hevur nógvar royndir á landsliðnum, er ein av leiðarunum, hevur serliga týdning fyri álopspartin, men sum hevur verið darvaður av skaða í yvir eitt hálvt ár og harvið ikki kann spæla tríggjar dystir uppá tríggjar dystir og varð tí spardur í gjár. Strandingurin verður við í kvøld – hann avloysir Áka Egilsnes. Í verjupartinum tyktust Brandur Halgirsson eisini at vera saknaður. Verjuserfrøðingurin hevur spælt nógvar landsdystir seinastu árini, men hoyvíkingurin er ikki tøkur til hesa kappingina.
Brandur Halgirsson í dystinum í Luksemborg móti Luksemborg fyri tveimum árum síðani, ið Føroyar vunnu við tveimum maálum (Mynd: Sverri Egholm)
Teir sum ikki vóru á dómaraseðlanum í gjár - Leivur Mortensen manglar á myndini og hann og Kjartan Johansen verða við í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Samanlagt var avrikið tó bara ikki á støðinum, sum var neyðugt, og føroyska liðið hevði torført við at handfara, at nógv brend skot vóru – serliga tíðliga í báðum hálvleikunum. Ov fáir mann-mann nærdystir vórðu vunnir – serliga í álopspartinum – og verjuparturin hekk ikki saman í seinna hálvleiki. Bert tríggjar bjargingar vórðu gjørdar í seinna hálvleiki, Pauli Jacobsen hevði allar, men føroysku málverjarnir høvdu ikki góðar treytir. Í hinum endanum høvdu føroyingar stórar trupulleikar við áhaldandi at skapa stórar málmøguleikar og so at skora.
Harvið eru nógv viðurskifti, ið skulu bøtast til dystin móti Italia í kvøld. Italiumenn vunnu við heili 13 málum á Lettlandi í gjárkvøldið og eru av veddingarfyritøkum mettir sum greiður favorittur. Tað vóru Føroyar eisini í gjár, men tað eydnaðist ikki at vinna á Luksemborg, eins og í HM-undankappingini fyri tveimum árum síðani í Luksemborg. Vónbrotið skal skjótt vaskast av, og liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen hevur ein gyltan møguleika í kvøld at gera hetta og av álvara spæla seg inn í kappingina. Avrikið skal íhvussu er vera betri, og dysturin skal í minsta lagi gerast javnur. Um Lettland vinnur á Luksemborg - hesi liðini spæla klokkan 17 - so kunnu Føroyar spæla seg víðari við bert einum sigri; einum greiðum í morgin.
Les eisini:
Hákun: - Mugu geva alt vit eiga móti Italia
Teis: -Tað vit høvdu sett nøsina upp ímóti
Nýggi landsliðsvenjarin: -Brenna ov nógv - ikki gott nokk
Portalurin verður aftur á staðnum í kvøld og hevur hagtøl, dystarfrásøgn, myndir og samrøður.
HM-undankapping, 2. umfar
Leygardagur 15.01, Høllin á Hálsi
19.30: Føroyar - Italia (KVF, FM1)
17.00: Lettland - Luksemborg
Italia 2 stig
Luksemborg 2 stig
Føroyar 0 stig
Lettland 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald