Feløgini fingu hósdagin uppskot um hvussu spælast skal í Betri Deildini hjá monnum kappingarárið 2020, hetta skrivar bolt.fo.
Talan er um uppskot, sum feløgini hava fingið til viðmerkingar. Tí kunnu broytingar koma fyri.
Sambært uppskotinum veðrur fyrsta umfar 9. mai, og spælt verður til 7. november tá seinasta umfar verður. Tá landskappingin er av, verður farið í holt við tey síðstu umførini í steypakappingini. Fjórðingsfinalurnar verða 21. november, og finalan um løgmanssteypið er sett at vera 5. desember.
Fyrstu umførini verða spæld uttan áskoðarar, tí verða dystirnir fyrstu umførini ymisk tíðspunkt, soleiðis at flest fólk møguligt, kunnu síggja so nógvar dystir sum møguligt.
Eisini leggur uppskotið upp til fáar miðvikudystir. Hetta er møguligt tí summarsteðgurin er styttur niður í 14 dagar, og landsdystirnir fyrst í juni eru avlýstir, sum gera at tvey umfør kunnu avgreiðast tá.
Eisini heldur FSF møguleikanum opnan fyri, at stytta kappingina niður í 18 umfør um umstøðurnar gera, at hetta verður neyðugt.
Øll greinin um uppskotið til leikskránna kann lesast her:
Hetta er uppskotið hjá FSF um leikskránna fyri 2020
Kelda: bolt.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald