Fótbóltur

Upptakt: Alt er uppá spæl í kvøld

Tveir framskundaðir dystir eru á skránni og umráðandi stig í FM-stríðnum, botnstríðnum og stríðnum um Evropa eru uppá spæl.

HB og KÍ stríðast framvegis í oddinum; í kvøld skulu bæði liðini aftur í eldin
(Mynd: Sverri Egholm)

HB og KÍ stríðast framvegis í oddinum; í kvøld skulu bæði liðini aftur í eldin (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-16 11:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gundadalur og Dungasandur verða í kvøld karmur um tveir umráðandi dystir í Betri-deildini. KÍ er á vitjan hjá B36, meðan oddaliðið HB er á vitjan hjá botnliðnum 07 Vestur. Talan er um dystir frá 20.umfarið, ið er framskundaðir eina viku, orsakað av at havnarfeløgini skulu spæla steypafinalu næsta leygardag.

Fríggjakvøldið var eitt tungt kvøld fyri bæði KÍ og B36. Klaksvíkingar taptu oddadystin á Summarfestivlinum frammanfyri yvir 3000 áskoðarum, meðan B36 misti á stokkinum á heimavølli móti EB/Streymi, so talan bert gjørdist um eitt stig. Bæði liðini hava harðliga brúk fyri stigum; heimaliðnum í stríðnum um evropeiskt pláss og KÍ í jagstranini eftir HB. Lagt er upp til ein javnan og spenanndi dyst í Gundadali.

Liðini hava vunnið ein innanhýsis dyst í part í ár. B36 vann 3-2 í Gundadali í mai, og mánaðin eftir vann KÍ 3-1 á Norðyastevnu. Hjá B36 eru Róaldur Jakobsen og Jónas Tór Næs langtíðarskaddir, Lukasz Cieslewicz er eisini úti, og Magnus Holm Jacobsen er farin til Portugals at spæla. Hjá KÍ er miðverjin Deni Pavlovic tøkur aftur.

07 Vestur og HB vunnu bæði týdningarmiklar sigrar í farna umfarið. Vágamenn hava nú sjey stig, meðan HB hevur nú fimm stig niður til KÍ. Nú skulu liðini royna at byggja uppá úrslitini, men tað er HB, ið er greiður favorittur í kvøld. Liðið hjá Heimiri Guðjónssyni hevur ikki mist eitt einasta stig uttanfyri Gundadal í ár, og nú ein triðingur er eftir, sær tað sera gott út hjá HB. Verri sær tað út hjá 07 Vestur, ið hevur átta stig upp til niðurflytingarstrikuna; tó hava vágamenn spælt ein dyst færri enn liðini rundanum. HB hevur vunnið báðar dystirnar millum liðini fyrr í ár.

Vit verða til staðar í Gundadali; harfrá verða myndir lagdar út, harumframt samandráttur og samrøður. Vit fylgja eisini gongdini í Sørvági

20.umfar(framskundaðir dystir):

18.00: B36 – KÍ
19.00: 07 Vestur - HB

Støðan í Betri-deildini:
HB 46
KÍ 41
NSÍ 36
Víkingur 35
B36 30 *
EB/Streymur 18
Skála 18
TB/FCS/Royn 15 
AB 8 
07 Vestur 7 *

* Ein dyst færri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder