
Samstundis sum B36 og Besiktas trína inn á stóra Vodafone Park í Istanbul, bresta Víkingur og Torpedo Kutaisi saman á Svangaskarði. Føroyska meistaraliðið tekur ímóti meistarunum úr Georgia í seinna dystinum í 2.undanumfarið í Europa League.
Fyri Víking er talan um risauppgávu í mun til at koma víðari. Hóast Víkingur helt Torpedo rímiliga væl í hitanum í Georgia, og eisini hevði nakrar góðar møguleikar, so var heimaliðið omaná og sló til tríggjar ferðir. Harvið skal Víkingur hava minst trý mál í kvøld, um nakar møguleiki skal vera fyri at koma víðari.
Tað standa eisini føroysk stig uppá spæl í rokniskapinum á styrkislistanum hjá UEFA. Og tað er góður møguleiki fyri tí í kvøld. Veddingarfyritøkurnar hava Torpedo Kutaisi sum heilt lítlan favoritt at vinna. Tað eru aðrar umstøður enn fyri viku síðani í mjørknum á Svangaskarði, og tað er ikki langt ímillum føroysku deildina og tí georgisku á styrkislistanum. Í Víkingi eru teir eisini uppsettur uppá at fáa stig eftir trý tap í summar.
Í 2008 hittust NSÍ og georgiska stórfelagið, Dinamo Tblisi, í Champiojns League undanumfarinum. Tá vann georgiska meistaraliðið 3-0 í høvuðstaðnum í Georgia, men viku seinni vann NSÍ 1-0 í Gundadali. Hjalgrím Elttør skoraði sigursmálið fyri táverandi føroyska meistaraliðið. So fyridømi er har.
Dysturin á Svangaskarði verður bríkslaður í gongd klokkan 19.00. Vit verða á staðnum; myndir, dystarfrásøgn og samrøður verða á Roysni eftir dystin.
19.00: Víkingur (0) – Torpedo Kutaisi (3)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald