Jóan Símun Edmundsson byrjar væntandi í álopinum, tá Føroyar í dag spæla Nations League-dyst móti Lettlandi á Tórsvølli. Og vónandi eydnast honum at skora.
Men tað, sum Jóan Símun Edmundsson upplivir saman við Arminie Bielefeld í Týsklandi verður mett at vera eitt meira spennandi ævintýr.
Ensktmælta Youtube-kanalin hjá Bundesliguni hevur gjørt ein stuttan film um ferðina av Svangaskarði á Toftum umvegis Newcastle, Viking, AB, HB og OB til Bielefielder Alm, heimavøllin hjá Arminia Bielefeld, sum nú spælir í týsku Bundesliguni.
Í filminum tosa tey við Jóan Símun sjálvan, barndómsvinin André Olsen, fyrrverandi venjaran Bill McLeod Jacobsen og foreldrini Edmund Jacobsen og Ann Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald