Annað

Urbanus vann Haldor Holm kappingina í billard

Tað gjørdist klaksvíkingurin Urbanus K. Olsen, sum vann fyrstu stóru billardkappingina í nýggja spæliárinum, Haldor Holm Cup..

Vinnarin av Haldor Holm Cup í billard, Urbanus K. Olsen. Mynd Jan Müller

Vinnarin av Haldor Holm Cup í billard, Urbanus K. Olsen. Mynd Jan Müller

2022-10-09 15:23 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir eina spennandi finalu millum tveir klaksvíkingar í snotuligu billardhølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag í gjár, gjørdist Urbanus Olsen vinnari. Hóast hann fekk sterka mótstøðu frá Ólavi Kjølbro, kundi Urbanus í gjárkvøldið lyfta risastóra Haldor Holm steypið fyri fyrstu ferð. Hetta er ein stórur heiður í føroyskum billardhøpi, nú júst søguliga og snøgga Haldor Holm steypið verður mett sum sjálvur gimsteinurin í billardspælinum í Føroyum.

[object Object]

Urbanus við vinnarasteypunum, sum spælt hevur verið um í 32 ár. Øll hesi árini hevur Føroya Bjór verið ein trúgvur sponsorur. Mynd Jan Müller

Urbanus fær nú ritað sítt navn í steypið, sum varð latið fyri at heiðra leiklutin og stóra týdningin Haldor Holm hevði havt fyri billardspælið í Føroyum í 70-unum og 80-unum.

[object Object]

Urbanus í rætta essinum. Vann ein tryggan sigur, tó at Ólavur Kjølbro í løtum  gav honum skarpan gang. Mynd Jan Müller

Steypið hevur havt heimstað í Klaksvíkar Billardfelag síðani 1989, tá kappast varð fyrstu ferð. Og tað er ikki eiti á navnalista, sum Urbanus nú sleppur at vera partur av. Har eru vinnarar úr flest øllum billardfeløgum í Føroyum. Í fjør vann Jógvan Jørgensen kappingina. Annars hava mest vinnandi spælarar øll hesi 32 árini m.a. verið Hendrik Petersen, 7 ferðir og mest vinnandi saman við Kristian Suna Høgnesen, Hallur Joensen, 6 ferðir vinnari og Jákup Baldvinson, 4 ferðir vinnari. Aðrir, sum hava vunnið kappingina, eru m.a. Jan Müller, Bjarni Skaalum, Ólavur Kjølbro, Eirikur Nielsen og  René Sørensen.

[object Object]

Vinnarin av Haldor Holm steypinum Urbanus K. Olsen saman við Ólavi Kjølbro, sum gjørdist nr. 2 og Kristian Suna Høgnesen, ið vann triðja plássið. Mynd Jan Müller

Síðani billard gjørdist ein partur av ÍSF hevur áhugin fyri spælinum verið vaksandi. Spælt verður í dag bæði í Klaksvík, Fuglafirði, á Skálafjørðinum, í Havn og á Tvøroyri.

Føroyska billardárið byrjar í oktober við FM kappingum í trimum deildum. Men kappingin um Haldor Holm steypið, verður mett at vera eitt slag av upphiting til FM kappingina. Upprunaliga kundu bara 8 av landsins bestu spælarum luttaka. Tað er so broytt seinastu árini og er frí tilmelding til kappingina, tó í mesta lagi 16 spælarar, sum tá er kapping eftir Cup-skipan. Stórur áhugi var fyri kappingini í ár, har ikki færri enn 24 mans vildu vera við.

[object Object]

Jógvan Jørgensen, vinnari í fjør, mátti lata steypið til Urbanus Olsen. Mynd Jan Müller

Kappingin fór fram í rúmligu og vælegnaðu hølunum hjá Klaksvíkar kommunu, (fyrrverandi Klaksvíkar Klubbi, sum er farin í søguna) og sum Klaksvíkar Billardfelag nú so meistarliga umsitur. Tað er einki minni enn ein frægd at spæla í hesum hølunum, sum eisini eru sera áskoðaravinarlig.

[object Object]

Ólavur Kjølbro ynskir vinnaranum av Haldor Holm Cup tillukku. Mynd Jan Müller

Tað mundi koma eitt sindur óvart á, at Urbanus Olsen, skuldi taka allar á bóli og vinna kappingina. Treyðugt so. Hann var við til at vinna FM fyri lið í fjør saman við stórspælaranum Halli Joensen. Uttan iva fara vit at síggja meira til Urbanus í komandi kappingum.  

[object Object]

Ólavur Kjølbro hevur ikki verið við í billardspælinum í Føroyum í mong ár, men hevur nú tikið køina framaftur og hevur longu víst framúr úrslit. Spennandi verður at síggja hann við borðini kring landið í vetur. Mynd Jan Müller. 

Men mótstøðan í ársins Haldor Holm Cup var bæði sterk og stór, tó at fleiri av bestu spælarunum í landinum, m.a. Hallur Joensen, Jákup Baldvinson og Poul Heri Nolsøe ikki vóru við. Hinvegin bjóðaðu aðrir góðir spælarar seg fram so sum Kristian Suni Høgnesen, Sonhard Johannesen, Niels Nielsen, Ólavur Kjølbro, Per Hansen og veteranurin av Tvøroyri, Max Rasmussen.

[object Object]

Per Hansen úr HABI hevur gjørt stór framstig seinastu árini og verður uttan iva at síggja millum fremstu spælararnar í ár. Mynd Jan Müller

Eisini eiga vit at nevna helst komandi nýggju stjórnina á føroyska billardhimmalinum, Markus Olsen úr Skálafjarðar Billardfelag, sum uttan iva fer at teljast millum fremstu billardspælararnar komandi árini.  Hesaferð vóru eisini tríggir sterkir spælarar úr Fuglafjarðar Billardfelag við, Rúni Jacobsen, Magni Jøkladal og Jákup Arnold Lambaa. Sum eitt lítið kuriøsum kann eisini nevnast, at fyrsti vinnarin av kappingini fyri 32 árum síðani, Jan Müller, var eisini við hesaferð, men gjørdist hann ov stuttur.

[object Object]

Umstøðurnar bæði til at spæla og vera áskoðari í billardhølunum í Klaksvík eru framúr góðar. Mynd Jan Müller

Tá avtornaði komu hesir í hálvfinalurnar: Ólavur Kjølbro, Per Hansen, Kristian Suni Høgnesen og Urbanus Olsen. Teir báðir Ólavur og Urbanus spældu finaluna, og har vann Urbanus stórt við 4-1.  Spælt varð eisini um triðja plássið, har Kristian Suni vann á Per, sum vanliga spælir í Havnar Billardfelag, HABI og sum hevur tikið seg sera nógv fram seinastu árini og sum uttan iva fer at teljast millum teir fremstu í komandi FM kappingini.  

[object Object]

Billardveteranurin av Tvøroyri, Max Rasmussen luttók í kappingini men rakk ikki nóg langt. Mynd Jan Müller

Henda 32. Haldor Holm kappingin varð sama dag, sum Haldor Holm hevði fylt 109 ár. FM-kappingarnar byrja í næstum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder