Hondbóltur

32-87 samanlagt: Uruguay er víðari

Eftir tvey stórtap og ein sigur á skrivaraborðinum skal Uruguay royna seg í millumumfarinum í HM-endaspælinum í Egyptalandi, sum byrjar í dag.

Uruguay hevur havt tað trupult til sítt fyrsta HM-endaspæl (Mynd: EPA)

Uruguay hevur havt tað trupult til sítt fyrsta HM-endaspæl (Mynd: EPA)

2021-01-20 10:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landið í Suðuramerika er heilt víst meira keint fyri fótbólt. Í 1930 vann Uruguay fyrsta heimsmeistaraheiti í fótbólti, ið landið eisini var vertur fyri, og tjúgu ár seinni eydnaðist aftur at lyfta Jules Rimet steypið eftir sigur á Brasil í Rio de Janeiro

Uruguay er í ár fyri fyrstu ferð við til HM-endaspæl í hondbólti hjá monnum. Tað varð ikki væntað nógv av liðnum, og tapini móti Týsklandi og Ungarn hava eisini verið stór. Fyrst vann eitt skert týskt lið 43-14 á Uruguay. Tveir dagar seinni gekk eitt sindur betri: Uruguay lat hesaferð 44 mál inn men skoraði fýra fleiri enn í allarfyrsta HM-dystinum.

Harvið var málúrttøkan 32-87, men ein sigur móti einum øðrum landi, sum eisini var við til HM fyri fyrstu ferð, var nóg mikið fyri at koma til millumumfari. Hetta eydnaðist eisini: Uruguay vann í gjár 10-0 á Grønhøvdaoyggjunum. Hetta er eitt heilt óvnaligt úrslit í hondbólti, og tað kom heldur ikki á vøllinum - men á skrivaraborðinum.

[object Object]
 
[object Object]
Andres Antonio Viera Grano í málinum hjá Uruguay hevur havt úr at gera (Myndir: EPA)

Grønhøvdaoyggjarnar høvdu bert ellivu leikarar við til HM-endaspæli orsakað av koronuútbroti í hópinum á¨renn fráferð til Egyptalands. Tveir leikarar afturat fingu staðfest smittu dagin eftir heiðurliga 34-27 tapið fyri Ungarn, og tá kravið er at hava tíggju leikarar á dómaraseðlanum, og liðið ikki megnaði at fáa nýggjar leikarar til Egyptalands áðrenn næsta dystin, so endaði tað við 10-0 tapi á skrivaraborðinum. Soleiðis varð eisini í gjár: Hópurin hjá oyggjalandinum var farin úr Egyptlandi, meðan leikararnir hjá Uruguay tóku sær av løttum og annars fyrireikaðu seg til millumumfari.

Trý lið úr hvørjum av teimum átta bólkunum eru komin víðari, og hava tey stigini við, ið hvørt einstakt lið hevur skaffað ímóti hinum báðum liðunum í bólkinum, sum eisini eru víðari - harvið hevur Uruguay einki stig við sær. Tveir og tveir bólkar er nú paraðir saman, so øll liðini aftur skulu spæla tríggjar dystir. Tað verður móti teimum í bólkinum ið liðini ikki hava spælt ímóti áður. Tvey tey fremstu úr hvørjum bólki koma so í fjórðingsfinalurnar. Tað er helst ikki ov nógv sagt, at Uruguay - ið kom víðari á ein so margháttiligan hátt - ikki verður mett at hava stórvegis møguleikar at náa hartil.

Millumumfarið
Bólkur 1
Ungarn 4 stig
Spania 3 stig
Týskland 2 stig
Pólland 2 stig
Brasil 1 stig
Uruguay 0 stig

Í morgin - 21/1
Ungarn -  Brasil 
Spania - Týskland 
Uruguay - Pólland

Bólkur 2
Danmark 4 stig
Kroatia 3 stig
Katar 2 stig
Argentina 2 stig
Japan 1 stig
Bahrain 0 stig

Í morgin - 21/1
Kroatia - Bahrain
Danmark - Katar 
Japan - Argentina

Bólkur 3
Portugal 4 stig
Frakland 4 stig 
Ísland 2 stig
Noreg 2 stig
Svies 0 stig
Algeria 0 stig

Í dag - 20/1
14.30: Sveis - Ísland
17.00: Frakland - Angola
19.30: Portugal - Noreg

Bólkur 4
Svøríki 4 stig
Russland 3 stig
Egyptaland 2 stig
Slovenia 2 stig
Hvítarussland 1 stig
Norðurmakedónia 0 stig

Í dag - 20/1
14.30: Norðurmakedónia - Slovenia
17.00: Russland - Egyptaland
19.30: Svøríki - Hvítarussland



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder