Annað

Vágaliðini síggja sterk út

Tað er als ikki óhugsandi, at kappingarárið í kvinnuflogbólti verður nógv javnari enn man av fyrstan tíð kundi roknað við.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-05 14:40 Author image
Innsent
placeholder

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Gaman í vunnu greipuvinnararnir úr Sørvági ársins fyrsta dyst, tá stórsteypadysturin varð leiktur í høllini á Giljanesi, men fyri tað kann Dráttur saktans liggja omaná, tá hetta árið er liðugt

Tað er als ikki óhugsandi, at kappingarárið í kvinnuflogbólti verður nógv javnari enn man av fyrstan tíð kundi roknað við.

Verður hugt eftir stórsteypadystinum, sum var millum vágaliðini bæði, so liggur tað til, at SÍ er omaná í tí kappingini. Men tað er kanska at taka munnin ov fullan at siga, at SÍ er favorittur til at endurvinna meistaraheitið, sum liðið vann í fjør eftir ikki at hava vunnið landskappingina síðan 2010.

Samanborið við kappingarárið í fjør er liðið hjá greipuvinnarunum úr Sørvági, líka sterkt sum tað var í fjør, men tað eru ábendingar um, at Dráttur saktans kann fara at gera oyggjarfeløgunum lívið súrt, tá avtornar.

Og fyri at koyra salt í sárið, so er tað enntá við leikarum, sum eru barnvaksnir í Sørvági at hetta skal gerast. Ikki tí, Dráttur hevði longu frammanundan gott fólk á nógvum plássum, men við til dømis Helgu Guttesen og Anniku á Stongum fær liðið av Giljanesi nakrar eyka streingir at spæla uppá, sum saktans kunnu fáa stóran týdning, tá kappingin skal avgerast.

Fleiri um boðið
Hyggja vit eftir hagtølunum tey seinastu árini, so síggja vit, at listin av vinnarum í lands- og steypakappingini er rættiliga fjølbroyttur.

Rætt er, at SÍ vann greipuna í fjør og eisini, at liðið hevur vunnið steypakappingina trý ár á rað, men burtursæð frá tí hava bæði Mjølnir, Fleyr, TB og Dráttur vunnið lands- ella steypakapping – ella báðar – hesi seinastu árini.

Sjálvt um eingin blívur meistari uppá tað, sum man vann í fjør ella áðrenn tað, so er tað tó ein ábending um, at har er nakað at byggja á, og júst tað er orsøkin til, at SÍ og Dráttur eru tey liðini, sum mugu metast at vera tey sterkastu.

Fara vit so eitt stig víðari, so er slett ikki óhugsandi, at Fleyr, sum hevði nøkur sera góð kappingarár fyri nøkrum árum síðan, eisini kann blanda seg upp í stríðið. Serliga, tí liðið hevur fingið útlendskan styrk, og spurningurin er so, um hetta kann samansjóðast til nakað ordiliga spennandi fyri kappingina.

Mjølnir kann gott
Søguliga sæð hevur Mjølnir klárað seg øgiliga væl. Heilt afturi í tíðini, tá Mjølnir stríddist við Fleyr vóru tað bara tey bæði liðini, sum skiftust um at vinna meistaradeildina, sum varð stovnað í 1985/86, og tað var ikki fyrr enn í 2001, at Dráttur, sum tað fyrsta felagið breyt stórbýardominansin í deildini.

Í 2004 og 2005 kláraði Mjølnir seg aftur væl, men besta tíðarskeiðið hjá mjølnirkvinnunum nakrantíð var frá 2011 til 2014. Hesi árini vunnu klaksvíkskvinnur greipuna fýra ár á rað.

Og fleiri av teimum leikarunum eru nú aftur í felagnum, og saman við yngri kreftum kann tað saktans aftur fara at spæla sum tað eigur fyri Mjølnir.

Men eisini her er tað ein spurningur um samanhang og um tað ber til, tað er tó eingin ivi um, at royndirnar hjá teimum royndu kreftunum, sum t.d. Sofíu Purkhús Splidt, Urd Traðará og Katrin Petersen og øðrum, er ikki óhugsandi, at Mjølnir kann seta kílar í hjá hinum liðunum.

TB og KÍF
Tey bæði seinastu liðini í FøroyaTele-deildini hjá kvinnum eru kanska eisini tey, sum eru ringast at siga nakað um, áðrenn kappingin byrjar.

Bæði liðini hava klárað seg væl, men KÍF hevur tó ongantíð vunnið nakað í bestu kvinnudeildini í flogbólti.

Skulu vit spáa um gongdina, nú áðrenn kappingin byrjar, ja, so er tað ósannlíkt at hugsa, at hetta verður árið, tá KÍF á fyrsta sinni vinnur steyp, men vit taka gleðiliga tann lúsingin, um liðið ger okkara forsagnum til skammar.

Tað sama er í grundini galdandi við TB, sum gaman í vann steypakappingina í 2017 og landskappingina í 2015. Men beint nú virkar tað sum, at hini liðini eru tað sterkari enn TB í ár.

Tað eru seks lið í FøroyaTele-deildini hjá kvinnum, og tey koma øll í gongd um vikuskiftið.

Dráttur og KÍF spæla á Giljanesi leygardagin 6. november klokkan 14, og SÍ og Fleyr í Sørvági somu klokkutíð, og seinasti dysturin í fyrsta umfari, tað er dysturin millum Mjølnir og TB, verður spældur í Badmintonhøllini í Klaksvík sunnudagin klokkan 13.

Nr. Deild Dagur Dagfest. Lið Lið Staður Kl. Dómari

1 MK ley 06/11/21 Dráttur - KÍF Giljanes 14.00 TB

2 MK ley 06/11/21 SÍ - Fleyr Sørvágur 14.00 Mjølnir

3 MK sun 07/11/21 Mjølnir - TB Badmintonhøllin 13.00 Dráttur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder