Hondbóltsmenninir hjá Vali fingu stóra heiðurin sum ársins lið í íslendskum ítrótti á stóra íslendska "ítróttarfagnaðinum" í Hörpuni í Reykjavík um vikuskifti.
Liðið fekk 67 atkvøður og vann frammanfyri millum annað íslendksa fimleikalandsliðið hjá kvinnum, fótbóltslandsliðið hjá kvinnum og kvinnulið Vals, sum Silja Arngrímsdóttir Müller spælir við.
Niðurstaða kjörsins:
1. Valur handbolti karla 67
2. Ísland hópfimleikar kvenna 53
3. Ísland fótbolti kvenna 41
4. Valur handbolti kvenna 30
5. Víkingur fótbolti karla 14
6. Ísland körfubolti karla 6
7. FH handbolti karla 3
8.-9. Breiðablik fótbolti karla 1
Ísland handbolti kvenna 1
Kelda: mbl.is
Á 5. plássi var Víkingur Reykjavík, har Gunnar Vatnhamar spælir. Liðið endaði við silvuri í heimligu kappingunum men megnaði at spæla seg í Conference League-bólkaspæli og eisini víðari frá tí. Harvið var eisini ein leikvíkingur við til at skriva íslendska ítróttasøgu í 2024.
Leirvíkingurin Gunnar Vatnhamar er lyklaspælari hjá Víkingi Reykjavík (Mynd: mbl.is)
Breiðablik, sum Patrik Johannesen umboðaði í fjør, er eisini á listanum. Liðið í Kópavági gjørdist íslendskur meistari.
Hondbóltsmenninir hjá Vali tryggjaðu sær steypagull og søguligt gull í European Cup fyrra helming av farna árið. Allan Norðberg endaði sítt fyrsta kappingarár í felagnum við at skora í brotskastskappingini - undir stórum trýsti - í Grikkalandi. Valur gjørdist hetta dramatiska maikvøldið fyrsta íslendska hondbóltsliðið, sum vann eina evropeiska kapping.
![]()
European Cup er triðsterkasta kappingin hjá EHF fyri feløg. Her fegnast Allan og hinir um søguliga og flotta sigurin (Mynd: mbl.is)
Síðani er Bjarni í Selvindi av Skála eisini komin til íslendska høvuðsstaðarfelagið, sum í heyst hevur spælt í næststerkastu evropeisku kappingini og eisini fingið nøkur stig har. Nú eigur Valur so størsta heiðurin fyri eitt íslendskt ítróttarlið fyri 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald