Fótbóltur

Van Dijk helst úti í meira enn ein mánaða

Hetta kunngjørdi Jürgen Klopp á tíðindafundi í dag. 31-ára gamli miðverjin fór út í tapinum móti Brentford - talan er um skaða í baklærinum. Frammanundan hevur Liverpool trupulleikar við fleiri skaðum.

Virgil Van Dijk verður ikki við móti Wolves í morgin og helst heldur ikki í Premier League-dysti millum liðini um beint undir ein mánaða (Mynd: EPA)

Virgil Van Dijk verður ikki við móti Wolves í morgin og helst heldur ikki í Premier League-dysti millum liðini um beint undir ein mánaða (Mynd: EPA)

2023-01-06 17:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað tyktiskt ikki vera nakað álvarsamt, og sambært Jürgen Klopp var tað fyri ikki at taka ein størri váða: Virgil Van Dijk føldi at tað strammaði eitt sindur í baklærinum, men tað var helst ikki talan um ein skaða.

Nú, fýra dagar eftir at niðurlendski miðverjin varð skiftur út í hálvleikinum í dystinum móti Brentford, kundi Klopp á tíðindafundi staðfesta, at talan er um ein skaða í baklærinum, og at Van Dijk helst ikki spælir fyri Liverpool í meira enn ein mánaða - tað verður íhvussu er talan um fýra vikur.

Hóast 31-ára gamli verjuleikarin í hesum kappingarárinum tykist at hava verið væl frá støðinum, ið hann ananrs hevur víst fyri Liverpool - serliga í 2018/2019 tá hann gjørdist ársins spælari í Onglandi - so kann talan gerast um ein dýran miss hjá Liverpol. 

Frammaundan eru millum annað Luis Diaz, Diogo Jota, Roberto Firmino og James Milner úti við skaða. Jordan Henderson, ið hevur havt heilaskjálvta, venur við aftur, og Klopp kundi í dag eisini avdúka, at nýinnkeypti Cody Gakpo hevur vant tvær tær seinastu ferðirnar - og hevur vant væl - og at niðurledingurin møguliga spælir ein leiklut í FA Cup-dystinum móti Wolves í annaðkvøld. 

Tað ger Van Dijk ikki, men venjarin hjá Liverpool staðfestir tó, at teir fara at nýta hann uttanfyri vøllin. Annars væntar Jürgen Klopp, at Liverpool fer at klára seg - miðverjar sum Konate, Matip og Gomez eru tøkir. Van Dijk stendur til at missa fýra dystir næsta mánaðin - millum annað ein lykladyst móti Chelsea. Møguliga verður miðverjin til reiðar til dystirnar móti Everton og Newcastle miðskeiðis í februar. 

Liverpool og Wolves spæla á Anfield klokkan 20 í annaðkvøld. Hetta er í triðja umfari av FA Cup. Liverpool vann steypakappingina í fjør.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder