Fótbóltur

Van Dijk kann nú verja málið hjá 07 Vestur

Sambært heimasíðuni hjá 07 Vestur skal 26 ára gamli Steven van Dijk vera eykamálmaður á Betri-liðnum. Eisini verður niðurlendingurin fysioterapeutur í felagnum.

- Vit frøðast um endiliga at hava fingið málmanskabalina at ganga upp, og fegnast um at hava fingið Steven í hópin. Við hesum vænta vit, at venjingarumhvørvið hjá málmonnunum í felagnum gerst enn betri

- Vit frøðast um endiliga at hava fingið málmanskabalina at ganga upp, og fegnast um at hava fingið Steven í hópin. Við hesum vænta vit, at venjingarumhvørvið hjá málmonnunum í felagnum gerst enn betri

2023-03-16 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Málmansposturin hevur verið ein avbjóðing í eina tíð og tørvurin á einum eykamálmanni til besta liðið hevur verið eyðsýndur síðani Silas (Eyðsteinsson. red) flutti til B36. Í løtuni eru Ari í Haraldstovu og Sámal á Steig í bruttohópinum hjá Betri-liðnum og vit gleðast um, at Rói Zakarisson, eftir ein steðg, er byrjaður at venja við 2. deild aftur. Tríggir málmenn eru tó nakað lítið til fýra lið, og tí gleðast vit um at kunngera, at 26 ára gamli Steven van Dijk úr Hollandi legst afturat málmanshópinum.

Soleiðis skrivar 07 Vestur á sínari Facebook-síðu í dag, í samband við at felagið hevur gjørt sáttmála við niðurlendska málverjan, sum í fjør spældi í Avstralia og sum annars eisini hevur royndir frá Íslandi og eisini heimlandinum.

Sambært 07 Vestur skal Steven verða eykamálmaður á Betri-liðnum og saman við Róa Zakarisson fer hann eisini at røkja málmanspostin á 2. deild. Sámal á Steig, sum í hópinum hjá besta liðnum, hevur framvegis aldur til at spæla við U17.

- Vit frøðast um endiliga at hava fingið málmanskabalina at ganga upp og fegnast um at hava fingið Steven í hópin. Við hesum vænta vit, at venjingarumhvørvið hjá málmonnunum í felagnum gerst enn betri.

Nýggi málverjin, ið 07 Vestur fekk uppá pláss, áðrenn flytingarvindeygað lat aftur,  er eisini útlærdur fysioterapeut. Sum partur av sáttmálanum í Sørvági, skal hann vera fysioterapeutur hjá bæði monnunum og kvinnunum hetta kappingarárið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder