2020-09-06 15:35
Tað regnar av grimd í Andorra, men um tað er orsøkin til at sjónvarpssambandið rýkur í jøvnum millumbili er ikki greitt.
Nú í seinna hálvleiki í dystinum millum Andorra og Føroyar, er sambandið rokið tvær ferðir í eina løtu. Nakrar minuttir ella so.
Bara eitt mál er komið í dystinum, tað var tá Klæmint Andrasson Olsen legði Føroyar á odda 1-0 í fyrra hálvleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald