Hondbóltur

Vann á VÍF fyri stuttum - nú skal Trogir royna seg móti H71

Fyrri European-Cup dysturin millum kroatiska liðið og føroysku greipuvinnararnar byrjar klokkan 18 leygardagin í Hoyvík. Hann kann stroymast á Portal Play.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2026-10-16 14:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2. umfari í European Cup vann MRK Trogir samanlagt við níggju málum á VÍF. Báðir dystirnir vórðu spældir í Kroatia.

Nú bíðar aftur føroysk mótstøða, og tað er eitt stig upp, tí talan nú er um greipuvinnararnir og núverandi oddaliðið í Burndeildini.

Hoyvíkingar hava alment sagt, at eitt mál og ein stór motivatión í ár er, at koma langt í European Cup. H71 er stórfavorittur at vinna greipuna í Føroyum aftur, men nú er ætlanin at gera ein vørr í Evropa.

Munurin millum Trogir og VÍF var ikki risastórur, so í Hoyvík helt man ikki tað vera so galið lutakast. H71 kemur beint inn í 2. umfar í kappingini vegna styrkistøl.

Fyrri dysturin verður spældur í Hoyvíkskhøllini í morgin, har H71 skal royna at vinna sær gott útgangsstøði til útidystin, sum er eina viku seinni.

Fyrri European-Cup dysturin millum kroatiska liðið og føroysku greipuvinnararnar byrjar klokkan 18 leygardagin í Hoyvík. Hann kann stroymast á Portal Play fyri eitt gjald

Í Hoyvík verður eisini gjørt nógv burturúr við upphiting frá klokkan 15.30 í Hoyvíkar skúla - við mati og øðrum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder