Tað er kent frá Champions League, Europa League og Conference League, og eisini tá føroyska manslandsliðið spælir EM- og HM-undankappingardystir, og í UEFA Nations League. Og nú er avgjørt, at VAR (Video Assistant Referee) eisini verður partur av Betrideildini hjá monnum.
- Vit hava arbeitt við hesum møguleika í eina tíð, og eftir ætlan fara vit at gera nakrar royndir í ár, og so taka vit VAR av álvara í brúk tá kappingarárið 2026 fer í gongd, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.
FSF skrivar á heimasíðuni, at VAR fer at verða nýtt í einum dysti í hvørjum umfari í fremstu deildini hjá monnum, og partvís í kappingini um Løgmanssteypið. Og tá kappingin endar, hava øll liðini spælt eins nógvar dystir við VAR.
(Mynd: FSF)
- Fyri trimum árum síðani gjørdu vit eina roynd á Tórsvølli, har tvey ungdómslið hjá HB spældu dyst, og føroysku dómararnir, ið dømdu dystin, fingu møguleikan at royna VAR útgerðina. Tað eydnaðist so mikið væl, at vit beinanvegin avgjørdu, at arbeiða víðari við hesi ætlan, ið nú nærum er komin á mál, sigur Lassin Isaksen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald