Føroyar eru sambært veddingarfyritøkunum greiðir favorittar at vinna á Andorra týskvøldið. Oddsini uppá ein sigur til Føroyar eru á umleið 1,40 hjá flestu veddingarfyritøkum, meðan ein sigur til Andorra gevur umleið odds 10.
Føroyar hava eisini havt gott tak á Andorra tá liðini hava leikt ímóti hvørjum øðrum. Hóast dystirnir á máltalvuni hava sæð út til at vera javnir, so hevur Føroyska landsliðið verið greitt omaná í flestu førum, tá liðini hava dystast.
Fyrstu ferð Føroyar og Andorra hittust var í einum venjingardysti í 1999. Hesin dysturin endaði 0-0. Liðini hittust tvær ferðir í 2017, tá leikt var í undankappingini til HM í 2018. Tá spældu liðini málleysan javnleik í Andorra, meðan Føroyar vunnu 1-0 á heimavølli.
Í farna mánaði hittust liðini aftur í Andorra. Tá vann Føroyar 1-0, í einum dysti har føroyingar vóru greitt omaná.
Landsliðið leggur á dag hond á seinastu fyrireikingarnar til dystin í annaðkvøld. Landsliðið venur seinni í dag á Tórsvølli, har landsliðsvenjarin eisini hevur tíðindafund og portalurin verður til staðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald