Eftir ætlan skuldu tríggir dystir í fremstu deildini hjá kvinnum spælast í kvøld, men nú er bert tann eini eftir á skránni.
Talan er um dystin millum Kyndil og Neistan. Har er ikki beinleiðis talan um nakað útilið so tí ber til at spæla hondbólt á Hálsi í kvøld, har lagt er upp til spenanndi grannauppgerð klokkan 19.
Fylg við dystinum har ovast á Portalinum
Tað verður hinvegin ikki mett ráðiligt, at spælarar og venjarar hjá EB koyra til Klaksvíkar, og ei heldur at vestmenningar fara til Hoyvíkar, sum koyrilíkindi eru.
Dystirnir H71-VÍF og Stjørnan-EB eru útsettir - hetta er váttað nú.
Tað er hált og kavi kring alt landið, og koyrilíkindini eru ikki góð. Tað er óvist, nær teir báðir nevndu dystirnir ístaðin verða spældir.
Sí eisini: Løgreglan: - Hugsið tykkum um tá tit fara frá bilinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald