Fyrsti dystur í 5. umfari í næstbestu donsku fótbóltsdeildini varð spældur hóskvøldið. Talan var um føroyingauppgerð, men Hillerød var uttan Poul Kallsberg, sum av persónligum orsøkum ikki var tøkur til túrin til Norðurjútlands.
Hjá Vendsyssel byrjaði Ari Olsen sum vant á høgra vongbakki og spældi 90 minuttir. 28-ára gamli strandingurin stóð aftur sterkur í myndini: Var við at halda málið reint og skapti støður hinvegin.
Árni Nóa Atlason kom á vøllin í 45' minutti - beint fyri steðgin og beint áðrenn Adam Vendelbo skoraði einasta málið í dystinum. Ungi gøtumaðurin arbeiddi væl á miðvøllinum eftir steðgin og var við at tryggja Vendsyssel fyrsta landskappingarsigurin í ár.
![]()
Vendsyssel keypti Árna Nóa Atlason úr Víkingi í summar (Mynd: Sverri Egholm)
Liðið hjá Kim Engstrøm, sum áður hevur verið høvuðsvenjari hjá HB, er nú nummar 8 av teimum 12 liðunum í 1. Division. Uppflytararnir úr triðbestu deildini hava fimm stig fyri fimm dystir.
Verri stendur til hjá Hillerød. Liðið hevur ongan dyst vunnið enn, og liggur næstniðast við einum stigi. Poul Kallsberg er mest sannlíkt tøkur til steypadyst og landskappingardyst í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald