Fótbóltur

Venjarakappingin er løgd

Hon byrjar 16 januar, og endaumfarið verður 13. februar. Øll tey tíggju liðini í Betrideildini hjá monnum luttaka, og tey spæla seks dystir hvør.

Í fjør spældu HB og Vìkingur í finaluni í VFF Cup, ið HB sum oftast vinnur. Hesi liðini endaðu kappingarárið við steypafinaluni leygarkvøldið - tey hittast aftur 3. februar (Mynd: Jens  Kr. Vang)

Í fjør spældu HB og Vìkingur í finaluni í VFF Cup, ið HB sum oftast vinnur. Hesi liðini endaðu kappingarárið við steypafinaluni leygarkvøldið - tey hittast aftur 3. februar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-10 19:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki langt síðani, at kappingarárið 2020 var av, men tað verður ikki leingi, til liðini í Betrideildini hjá monnum av álvara fara undir fyrireika.

Tey bæði seinastu árini hevur Venjarakappingin - VFF CUP - verið skipað sum seks umfør við fullum venjingardystum ístaðin fyri ein dag við fleiri stuttum dystum. Hatta hava feløgini tikið væl ímóti.

Í 2021 verður byrjað leygardagin 16. januar. Teir báðir næstu leygardagin eru eisini umfør á skránni, síðani verður eitt miðvikuumfar (3. februar), og seinasta vanliga umfarið skal leikast 13. februar. Tað er endaumfarið á skránni í Tórshavn, har finala verður ímillum liðini, ið hava fingið flest stíg. Sìðani spæla nummar trý móti nummar fýra, nummar fimm móti nummar seks, o.s.fr.

Í fjør var TB ikki við - B68 úr 1. deild var við ístaðin. B68 er aftur við hesuferð, men sum eitt Betrideildarlið og TB luttekur í ár.

Skráin fyri VFF CUP 2021:
1. umfar - 16. januar
07 Vestur - HB
B68 - KÍ
EB/Streymur - NSÍ
ÍF - B36
Víkingur - TB

2. umfar - 23. januar
NSÍ - B36
KÍ - Víkingur
HB  - ÍF
B36 - EB/Streymur 
TB - 07 Vestur

3. umfar - 30. januar
NSÍ - HB 
Víkingur - EB/Streymur
ÍF - TB
B36 - KÍ
07 Vestur - B68

4. umfar - 3. februar
B36 - TB
HB - Víkingur
EB/Streymur - B68
NSÍ - ÍF
07 Vestur - KÍ

5. umfar - 6. februar
KÍ - NSÍ 
Víkingur - B36
EB/Streymur - 07 Vestur
B68 - ÍF
TB - HB

6. umfar (Endaumfar) - 13. feburar
Finala, dystur um 3. pláss, dystur um 5. pláss, dystur um 7. pláss, dystur um 9. pláss

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder