Um vikuskiftið varð fyrsti partur av Venjaraleiðini, nýggja átakið hjá Fótbóltssambandinum, avgreiddur.
Venjaraleiðin er ein liður í arbeiðnum at útvega fleiri kvinnuligar venjarar. Talan er um venjaraskeið fyri kvinnur við B1, har luttakararnir taka B2 og B3 yvir fleiri vikuskiftir í 2021.
Undirtøkan fyri Venjaraleiðini hevur verið sera góð, og skeiðini eru fult teknaði. Motivatión, frálæruhættir, venjingarhættir, skaðafyribyrging og tann góða byrjanin vóru millum evnini hetta vikuskiftið, og skeiðið er sum heild komið væl frá byrjan, skrivar heimasíðan hjá FSF.
– Luttakararnir hava glett seg til at koma í gongd, og tað hava vit eisini, tí hetta er ein heilt nýggjur og spennandi máti at skipa venjaraskeið uppá. Støðið í framløgunum og kjakinum hevur verið gott, og tað sær út til at rigga væl at skapa hendan bólkin av kvinnum, sum allar taka venjaraskeiðini saman, so hetta ber avgjørt góð boð um framtíðina, sigur Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri.
Næsti partur av Venjaraleiðini verður á skránni mánaðarskiftið apríl – mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald