Fótbóltur

Venjaratoymið hjá EB/Streymi uppá pláss

Jákup Martin Joensen fær Arnar Dam, Magnus Emil Poulsen, Óla Hendrik av Fløtum og Bjartur B. Thomsen afturat sær.

2022-01-07 11:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

EB/Streymur hevur nú fingið venjaratoymið klárt til kappingarárið. Høvuðsvenjarin Jákup Martin Joensen fær fýra menn afturat sær.

Arnar Dam verður hjálparvenjari, Magnus Emil Poulsen málmansvenjari og Óla Hendrik av Fløtum kropsligur venjari. Afturat teimum kemur Bjartur B. Thomsen við sum fysioterapeutur.

EB/Streymur skrivar soljóðandi:

Tá vit kunngjørdu Jákup Martin søgdu vit, at arbeitt varð við toyminum rundan um hópin. Nú kunnu vit so kunngera, at hesir koma at manna toymið í ár:

Málmansvenjari verur Magnus Emil Poulsen, sum kemur til úr HB, har hann hevur verið málmansvenjari hjá Betri liðnum seinastu fýra árini, umframt at verið hjá u17 dreingjalandsliðnum. Annars var Magnus sjálvur málmaður í nógv ár, har hann spældi við B36, B68 og AB. Eitt skifti leikti Magnus eisini 5 dystir við EB/Streymi, tá Gunnar á Steig bleiv skaddur.

Vit hava fingið samstarv í lag við NB Fysioterapi, har Bjartur B. Thomsen kemur at taka sær av hópinum. Í 2021 var Bjartur fysioterapeut hjá HB. Bjartur hevur drúgvar royndir innan styrkivenjing og í stríðsítrótti, har hann hevur kappast bæði í Føroyum og í útlondum. Í 2014 bleiv Bjartur útbúgvin fysioterapeutur á Professions-Højskolen Metropol í Keypmannahavn, og í 2017 fekk hann prógv sum Kandidatur í Ítrótti og Heilsu á Syddansk Universitet. 

At hjálpa Jákup Martin á síðulinjuni hava vit fingið okkara væl kenda Arnar Dam, sum eisini hjálpti til í 2021. Arnar hevur fleiri ár leikti við besta liði felagsins og vunnið nógv heiðursmerkir her. Vit meta tað hava stóran týdning, at vit halda fast í okkara lokalu kreftum, sum ynskja at hjálpa felagnum og leikarunum at mennast.

Fysiskur venjari verður Óla Hendrik av Fløtum. Óla Hendrik hevur róð kapp í nógv ár, og til dagligt er hann politist, har hann eisini tekur sær av fysisku upptøkuroyndunum. Harafturat hevur Óla Hendrik verið fysiskur venjari hjá HB frá 2018 til og við 2020, har teir øll árini vunnu annaðhvørt fm ella steypakappingina.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder